Størri náði hans er

”Har syndin er stór, størri náði hans er” ljóðar hvørt kvøld á Stórmøtinum við Tjarnir. Ein sangur, sum nógvu fólkini, sum eisini í kvøld hava verið á Stórmøti, taka til sín

Evnið á møtinum í kvøld var ”trúgvin eina”. Og bæði orðið trúgv og orðið náði hava gingið sum ein reyður tráður í sangi og talu í kvøld.

Sangurin ”Størri náði hans er” er valdur sum ein sangur, sum verður sungin hvørt kvøld á Stórmøtunum. Sangurin er um, at sjálvt um okkara synd kann tykjast so stór, so er náðin tess størri. Tá ið vit ikki liva upp til Guds standard, Guds mátistokk, tí at vit synda, og syndin er stór, so er tað ikki tað síðsta, sum verður sagt. Náðin er enn størri. Gud náðar syndaran.

Náðin enn meira ovurhonds ríklig
Í Rómverjabrævinum 5,20 stendur: ”Men lógin kom aftrat, fyri at misgerðin kundi taka til; men har sum syndin tók til, har var náðin enn meira ovurhonds ríklig.”

Tað er Matt Boswell & Matt Papa, sum hava skrivað sangin. Erla Berghamar týddi.

Sangreglan ”har syndin er stór, størri náði hans er” verður fleiri ferðir endurtikin í sanginum.

Lovið Gudi!

Nógv størri hans náði er.

Óttin má víkja,

myrkrið burt fer.

Har syndin er stór, størri náði hans er.

Tann kærleiki stóri, sum Gud vísir mær,

alvitur, alvísur, men synd ikki sær,

hon søkt varð í víða og botnleysa hav.

Har syndin var stór, størri náði hans var.

Hann tolin tí bíðar, sum viltist av leið,

tann elskandi Jesus, hann svíkja kann ei.

Hin falna hann fevnir, hin veika hann ber,

har syndin er stór, størri náði hans er.

So botnleys var skuld mín, ei goldið eg fekk.

Við blóði hann galt, og í deyðan hann gekk.

Á krossinum okkara byrðar hann bar,

har syndin var stór, størri náði hans var.

Doyggja frá syndini ella í syndini

Marjan Kass Nielsen av Nesi talaði til møtið í kvøld. Evnið var ”Trúgvin eina”.

Hon tók støði í Hebrearabrævinum 11,1, har tað stendur: ”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.”

– Um eg skal siga tað einfalt, so er tað hetta: Trúgv á Jesus, og tú skalt verða frelst/-ur!, segði Marjan Kass Nielsen.

Hon tosaði millum annað um farisearan og tollaran. Farisearin gjørdi nógv gott og rætt, meðan tollarin einki rætt hevði gjørt. Farisearin rósti sær av sínum rættvísi, men tað er ikki nóg mikið til at koma í himmalin. Tollarin hevði hinvegin einki at rósa sær av. Hann setti bara sítt álit á, at Guds náði var nóg mikið og bað: ”Guð náði meg syndara!” Tað var trúgv..

Hon tók eisini fram dømi um ránsmenninar, sum hingu saman við Jesusi á krossinum. Annar vendi sær til Jesus í áliti á, at hann fór at hjálpa. Tað er trúgv. Og hann fekk pláss í himli. Hin vildi einki hava við Jesus at gera.

– Tríggir menn doyðu á krossinum. Jesus doyði fyri syndina. Annar ránsmaðurin doyði frá syndini. Hin ránsmaðurin doyði í syndini.

– Góðu vinir, øðrum av hesum ránsmonnunum líkjast vit. Annaðhvørt trúgva vit, og so er himmalin fyri framman. Ella um vit ikki trúgva, so er glatan fyri framman. 

Tá ið tað kostar at trúgva

Marjan greiddi eisini frá eini hending, sum Chamir hevði greitt henni frá, tá ið hon var á Lausanne-ráðstevnu í Cape Town í Suðurafrika í 2010.

– Tað var fyrstu ferð, eg persónliga møtti einum fólki, sum veruliga upplivdi, hvat tað kostar at trúgva á Jesus.

Chamir búði í Sir Lanka, har tað eru mest buddistar og síðani muslimar. Men bara fá kristin. Hann hevði fingið kallið at fara til eitt annað pláss í landinum at taka sær av heimleysum børnum. Men eftir stutta tíð á staðnum, verður hann avhoyrdur av politinum. Teir spyrja, hvat hann ger í staðnum. Hann greiðir frá, at hann trýr á Jesus, og at Jesus hevur kallað hann at hjálpa børnum her á staðnum og boða teimum boðskapin um Jesus. Tá fær hann at vita frá myndugleikunum, at hann hevur eina viku at taka støðu, tí annaðhvørt rýma tey øll, ella fara myndugleikarnir at taka konuna og dótturina og drepa tey. Chamir svaraði tó beinanvegin, at taka tey familjuna, so fylgir hann við. Gud hevði kallað hann til hesa uppgávuna, og tað fóru hann at halda á við.

Nakrar fáar dagar seinni, mitt á nátt, vaknar familjan við at eldur er á takinum. Chamir fer tá í bøn og rópar á Harran: ”Er tað hetta, tú hevur kallað meg til?”. Og so hendi eitt undur. Alt takið sum tað var varð lyft uppfrá og fall niður í túnið burtur frá húsinum.

Politisturin, sum hevði avhoyrt Chamir, sigur tá við hann, at teir høvdu ætlað, at tey øll skuldu doyggja, og tey høvdu smurt húsið, soleiðis at tey skuldu brenna skjótt niður. 

Eftir at hetta hevði hent, fekk Chamir og familjan loyvi til at halda á við arbeiðinum millum børnini og at boða boðskapin um Jesus.

Trúgvin byggir á Jesus

– Trúgvin á Jesus byggir ikki á kenslur, men á tað, sum Jesus Kristus hevur gjørt fyri okkum.

– Trúgvin er ein livandi relatión við Jesus! segði Marjan Kass Nielsen.

Kristus í mær

Símun P. Jacobsen, prestur, talaði til ungdómsmøtið í kvøld.
Til ungdómsmøtið vóru næstan 900 fólk. So nógv hava ongantíð verið til ungdómsmøtið á Stórmøtunum.
Evnið hjá honum var ”Ikki eg, men Kristus í mær”

Hann tók støði í Galatarbrævinum 2,20, har tað stendur: ”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað er ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.”

– Tað er ein sorg bæði fyri meg og mong onnur, at bæði ung og vaksin ikki vilja trúgv á Jesus, og tí er glatan fyri framman. Men tað er vón. Gud elskar øll menniskju, segði Símun P. Jacobsen.

Hann vísti á, at syndin er álvarslig.

– Tað stendur, at tann, sum ikki hevur sonin, hevur ikki lívið. Punktum. Men so stendur eisini, at tann, sum hevur sonin, hevur lívið. Punktum.

Gleðiboðskapurin er, at tað er vón! Gud elskar teg!

– Eg megni ikki nakað sjálvur, tá ið tað ræður um frelsuna. Men eg kann líta á Jesus, og tað sum hann hevur gjørt. Við tí ovurstóru náðini í huga er vón. Í Jesusi kunnu vit gerast heil menniskju. Vit verða frelst av náði, segði Símun P. Jacobsen.

Kristus kom ikki at frelsa rættvís men syndarar.

Bjóða Jesusi inn í títt lív. Jesus elskar teg, segði hann.

Nógvur góður kórsangur

Umframt nógvan góðan felagssang til bæði møtini, sungu tvey kór.

Tabitha sang til fyrra møtið. Talan er um eitt kvinnukór av Argjum.

Til ungdómsmøtið sang nýstovnaða HMU-kórið.

Kórið varð stovnað til høvið og hevur einar 50 sangarar. Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge leiðir kórið.

Eitt fleirræddað kór, sum áhoyrarnir vóru spentir at hoyra.

Bæði kórini sungu sera væl.

Les eisini

Vís fleiri greinar