
Heimamissiónsforlagið og Manna
Útgáva og søla av kristiligum bókum og tilfari
Heimamissiónsforlagið arbeiðir fyri at útgeva kristnar bókmentir á føroyskum.
Tað gera vit, tí tað er umráðandi, at vit hava kristnar bókmentir á okkara egna móðurmáli. Móðurmálið gevur okkum møguleikan at uppliva og merkja tað, ið vit annars kunnu hava torført við at skilja.

Vitja okkara nethandil – Manna.fo
Manna.fo er nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum. Her selja vit kristiligar bøkur, smálutir til sunnudagsskúlabørn, prýði til húsini o.a.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við forlagsleiðaran, um tú hevur spurningar – ella um tú vilt bjóða teg fram at hjálpa til annaðhvørt við hugskotum til nýggjar útgávur, at rættlesa ella annað.
Eisini ber til at umbiða eitt bókaborð til staðbundna missiónsarbeiðið ella til eitt størri tiltak.