
Um Kirkjuligu Heimamissiónina
Okkara fremsta endamál er at vekja trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti.
Vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti
Kirkjuliga Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, ið byrjaði fyrst í 1900-talinum í kjalarvørrinum á vekingunum í grannalondum okkara í 1800-talinum.








Jesus Kristus er miðdepilin í okkara felagsskapi
Í Jesusi eru vit saman um lívið, akkurát sum tað er – í familjuni, millum børn og ung, og í einum gerandisdegi við bæði gleði og avbjóðingum. Her er pláss fyri øllum, sum hoyrir lívinum til, og her fylgjast vit bæði í tí tunga og tí góða. Við felagsskapi og umsorgan ynskja vit at vera til staðar har, sum fólk liva sítt lív.
Okkara trúgv og grundvøllur
Vit eru ein evangelisk-luthersk vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Vit byggja á Bíbliuna sum Guds orð og á játtanarrit fólkakirkjunnar. Vit trúgva, at menniskjan hevur tørv á Guds náði, og at frelsan verður givin við trúnni á Jesus Kristus. Gud møtir okkum í sínum orði, í dópi og altargongd. Vit liva í væntan um, at Jesus kemur aftur, og í vónini um nýggjan himmal og nýggja jørð.
HVØRJI ERU VIT
Lógskipanin
Soleiðis eru vit skipaði.
HVØRJI ERU VIT
Játtanarritini
Hetta trúgva vit.
HVØRJI ERU VIT
Samleikaskjalið
Hetta trúgva vit.
Úrdráttur úr okkara søgu
Kirkjuliga Heimamissiónin byrjaði í 1904 sum ein vekingarrørsla innan føroysku fólkakirkjuna. Í november 1904 avgjørdi Indre Mission í Danmark at senda tann fyrsta trúboðaran til Føroya fyri at nøkta ein vaksandi tørv. Endamálið var at boða evangeliið um Jesus Kristus og leiða menniskju til livandi trúgv. Rørslan hevði sín íblástur úr teimum stóru vekingarrørslunum í Norðurlondum og fekk skjótt fótafesti her á landi.
Í 1921 varð eitt samfelagsráð stovnað, ið skuldi virka sum liður millum missiónsarbeiðið í Føroyum og høvuðsstýrið hjá Indre Mission í Danmark. Hetta ráðið virkaði í 69 ár, men í 1990 gjørdist Heimamissiónin ein sjálvstøðug føroysk rørsla. Samfelagsráðið varð tá gjørt um til tað, sum í dag er høvuðsstýrið.
Gjøgnum árini hevur Heimamissiónin arbeitt við møtum, sunnudagsskúlaarbeiði, ungdómsarbeiði, legum, missión uttanlands og útgávuvirksemi. Missiónshús vórðu bygd í nógvum bygdum og gjørdust týðandi samkomustøð hjá kristnum kring landið.
Í dag er eitt netverk av missións- og meinigheitshúsum kring landið, sum bera Heimamissiónina. Hesi verða sjálvstøðugt skipaði á staðnum, og saman eru tey ryggurin í landsumfatandi arbeiðinum, ið virkar sum ein forlongdur armur av staðbundna arbeiðinum.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur havt stóran týdning fyri trúarlívið, mentanarlívið og sjálvbodna arbeiðið í Føroyum. Enn í dag arbeiðir Heimamissiónn fyri at boða evangeliið, vekja upp trúarlívið, menna kristna felagsskapin og kalla lærusveinar til tænastu.