Okkara fremsta endamál er at vekja upp trúarlívið
og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti.

Styrkja einleikan í rørsluni
Vit vilja standa væl saman um okkara felags endamál
Hvussu?
- Styrkja okkara samleika, so at øll vita, hvør Heimamissiónin er, og hvat hon stendur fyri
- Savna rørsluna kring landið regluliga til bøn og samtalu
- Stimbra samskiftið og samstarvið millum missiónsarbeiðini
- Sjónliggera okkara arbeiði í samfelagnum
- Menna organisatiónina til burðardyggan rakstur og vøkstur
Menna leiðarar til kristiliga arbeiðið
Vit vilja læra upp andligar leiðarar til kristiliga arbeiðið
Hvussu?
- Styrkja royndar sum óroyndar leiðarar við gudfrøðiligum og praktiskum førleikum til at tæna í kristiliga arbeiðinum
- Skapa karmar fyri eini mentorskipan fyri yngri og nýggjar leiðarar
- Styrkja andliga leiðsluskapin í rørsluni


Kalla lærusveinar til tænastu
Vit vilja kalla menniskju til at fylgja Jesusi og búgva tey út til tænastu
Hvussu?
- Styrkja bíbliukunnleikan millum øll ættarlið við undirvísing og samtalu um Guds orð, trúarlæru, trúarverju o.a.
- Búgva hvønn annan út til at deila gleðiboðskapin í okkara relatiónum og gerandisdegi
- Skipa fyri undirvísing innan lovsangsleiðslu, nýtslu av náðigávum, boðan, møtileiðslu, miðlavirksemi o.ø.
Bera gleðiboðskapin til øll fólkasløg
Vit vilja boða gleðiboðskapin í Føroyum og úti í heimi, so at øll fáa høvi til at taka ímóti Jesusi sum sínum frelsara og harra
Hvussu?
- Menna talgilda boðan og upplæring fyri at røkka longri út til fólk á netinum
- Kalla og senda menniskju út at boða Guds orð
- Bera gleðiboðskapin til tilflytarar í Føroyum
- Virka fyri tjaldmakaramissión, so at øll í rørsluni kunnu virka, har tey eru sett, heima sum úti
- Byrja missiónsarbeiði í útnorðri í samstarvi við staðbundnar rørslur og kirkjur, har tað er møguligt
- Virka fyri at varðveita kristnu virðini í føroyska samfelagnum og at byggja tey upp í øðrum samfeløgum


Møta menniskjum við umsorgan
Vit vilja vísa kærleika og umsorgan fyri menniskjum, so at boðan og diakoni ganga hond í hond
Hvussu?
- Byggja upp diakonalt arbeiði út frá rørsluni
- Byrja eitt tvørmentanarligt arbeiði í Føroyum
- Menna sálarrøktarar til at virka í kristiliga arbeiðinum
Styrkja barna- og familjuarbeiðið
Vit vilja, at alt húskið skal hava møguleikan at trúgva á Jesus
Hvussu?
- Styrkja barna-, junior og familjuarbeiðið kring landið
- Búgva foreldur út til trúarupplæring heima
- Virka fyri, at barnadoypt verða varðveitt í trúnni og í kirkju og missión
- Verja kristnu virðini í samfelagsligu uppalingini av børnunum – í skúlum, barnagørðum o.ø.
- Styrkja leguvirksemið, so at vit røkka enn fleiri børnum og familjum


Styrkja ungdómsarbeiðið
Vit vilja búgva ung út til at fylgja Jesusi og virka í tænastu fyri hann alt lívið
Hvussu?
- Styrkja lærusveinaskapin millum ung
- Skipa bíbliuundirvísing fyri ung
- Menna ungar leiðarar til kristiliga arbeiðið
- Virka fyri, at ungdómsarbeiðir eru kring alt landið
- Kalla ung til tjaldmakaramissión
Strategi 2030 varð løgd fram til ársmøtið í Nesvík leygardagin 17. mai 2025. Hetta er úrslitið av eini langari tilgongd, har leiðarar og missiónsfólk úr øllum landinum hava verið við til at seta sítt fingramerkið á, hvussu vit skulu arbeiða sum rørsla komandi árini.
