Missión í útnorðri
Partur av okkara strategi er at byrja missiónsarbeiði í útnorðri í samstarvi við staðbundnar rørslur og kirkjur, har tað er møguligt. Tí arbeiða vit fyri at skapa sterkari sambond við Ísland og Grønland fyri at vekja upp trúarlívið og menna kristna felagsskapin í útnorðri.
Ísland
Vit hava leingi havt eitt serligt tilknýti til okkara grannar fyri norðan. Nógvir føroyingar hava siglt undir Íslandi, og Hotel Ørkin í Reykjavík hevur sum føroyskt sjómansheim verið eitt savnandi stað fyri føroyskar sjómenn.
Tíðirnar skifta, og tørvurin er ikki longur tann sami – men íslendingum tørva eisini evangeliið um Jesus Kristus. Kirkjuliga Heimamissiónin og Kristniboðsambandið í Íslandi (SÍK) skrivaðu tí í 2025 undir samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja missiónsarbeiðið og samstarvið landanna millum. Samstarvsavtalan fevnir um nøkur kjarnaøki, har felagsskapirnir vilja samstarva – eitt nú innan ungdómsarbeiði, leiðslumenning, integratión, felags altjóða missiónsátøk og bønarsamstarv.
Í hesum sambandi hava vit havt volontørar í Íslandi, sent toymir á missiónstúrar, luttikið á legum í Íslandi og bjóða ungum íslendingum á ungdómslegur í Føroyum.

Vilt tú fara út sum tjaldmakari í Íslandi ella Grønlandi?
Vilt tú vera við til at bera evangeliið til fólk í Íslandi ella Grønlandi? Sum tjaldmakari kanst tú virka í tínum vanliga yrki – timburmaður, lækni, lærari v.m. – og ígjøgnum títt dagliga lív vera eitt ljós og vitni fyri menniskju rundan um teg.
Vilt tú fara avstað sum tjaldmakari? Set teg í samband við okkum fyri at ráðføra teg um hvussu tú kanst gera.

Kirkjuliga Heimamissiónin er ein partur av OM Føroyar, sum er við til at mobilisera fólk til missión um allan heimin. OM hevur nógv tilboð bæði fyri ung og gomul. Við OM er møguleiki fyri at fara á longri og styttri missiónstúrar. Á heimasíðuni ber til at síggja nógvar av túrunum, sum OM hevur.










