Føroyska Sjómansmissiónin

Føroyska Sjómansmissiónin varð stovnað í 1918. Øll árini hevur hon virkað millum føroysk og útlendsk sjófólk, bæði í Føroyum og uttanlands. Gjøgnum skipsvitjanir, samrøður, andaktir, møtir, hugnaløtur, bøkur, geymar, bíbliuorð v.m. vil hon kunngera gleðiboðskapin um Jesus og stimbra tey, sum trúgva á hann.

Fylg Føroysku Sjómansmissiónini á sosialu miðlunum

Jólagávur til sjófólkið

Hvørt ár letur Sjómansmissiónin millum 1000-1200 jólapakkar til manningar við føroyskum skipum. Gávurnar koma frá kvinnum í sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða og lívga sjófólkið. Fyrst og fremst verður hugsað um sjófólkið, sum er burtur um jólini, men roynt verður at geva so mongum sum gjørligt. Jólapakkarnir eru til stóra gleði og hava sum oftast eina persónliga heilsan frá gevara og frá Gudi. 

Andaktir umborð á skipum

Nøkur føroysk skip hava av og á møtir og andaktir umborð. Sjómanstrúboðarin hevur javnan Guds orð frammi í samband við vitjanir og roynir at stimbra teir, sum hava orðið frammi umborð. Menniskjan livir ikki av fiski og farmi eina – men eisini av Guds orði. Tí er gott og neyðugt at Guds orð verður lisið, boðað og sungið umborð.

Tilfar til skip og sjófólk

At Guds orð er livandi og máttmikið til trúgv á Jesus og til  varðveitslu í trúnni, hevur frá byrjan sett sín dám á arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Tí eru Bíbliur, sang- og andaktsbøkur og aðrar kristiligar bøkur latnar umborð á skipini, til felags ella persónliga uppbygging. Seinnu árini eru bond, fløgur og geymar við kristiligum sangum og andaktum latin skipunum, saman við bíbliuorði, at heingja upp í messuni. 

Sjómansmissiónin á Facebook og Instagram

Síðani 2015 hevur Føroyska  Sjómansmissiónin verið á Facebook. Hetta er gott høvi at røkka sjófólkinum á nær- og fjarleiðum við góða orðinum um Jesus og við góðum tíðindum frá skipum, sjófólki og frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Hon hevur túsundtals fylgjarar – og er eisini á Instagram. 

Minningarhald teirra sjólátnu

Sjómansmissiónin skipar á hvørjum ári fyri almennum Allahalganarhaldi tann 1. novembur á Vinnuháskúlanum og í Viðarlundini í Havn.

Stuðla Sjómansmissiónini

Vilt tú stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, kanst tú flyta eina gávu á kontu:

  • Føroya Banki: 6460-151.120.5  
  • Betri Banki: 9181-497.551.2
Torleif Johannesen
Nes

Torleif Johannesen

Sjómanstrúboðari
Tel: 229024

Vilt tú vita meira?

Ynskir tú meiri kunning um arbeiðið, ella ynskir tú hjálp við at skipa andaktir umborð á skipi? Ella vilt tú fáa fatur á andligum tilfari til tykkara skip, ella kundi tú hugsa tær at hjálpt til við at vitja umborð á skipum?

So ert tú vælkomin at seta teg í samband við sjómanstrúboðaran.

Landsnevndin fyri Sjómansmissiónina

Klaksvík

Petur Jacob Langgaard

Landsnevndin, Sjómansmissiónin (form.)
Tel: 232309
Toftir

Jákup Jakobsen

Landsnevndin, Sjómansmissiónin
Tel: 516007
Miðvágur

Jóhanna K. Næs

Landsnevndin, Sjómansmissiónin
Tel: 272216
Nes

Kári Henriksen

Landsnevndin, Sjómansmissiónin
Tel: 517795
Søldarfjørður

Sólborg í G. Bøgesvang

Landsnevndin, Sjómansmissiónin
Tel: 281322
Tórshavn

Sólrun Poulsen

Landsnevndin, Sjómansmissiónin
Tel: 598560
Torleif Johannesen
Nes

Torleif Johannesen

Sjómanstrúboðari
Tel: 229024