Samleikaskjalið

Fororð

Við hesum samleikaskjali hevur Kirkjuliga Heimamissiónin roynt at seta orð á samleika sín. Bakgrundin er, at rørslan er stór, og at tað tí er neyðugt at orða, hvør hon er, og hvørjum hon stendur fyri.

Útvaldir spurningar, sum rørslan metir, at tað er týdningarmikið at skifta orð um og greiða, eru við. Harvið er eisini sagt, at nógvir ikki ótýðandi spurningar, ikki eru við.

  1. Viðurskiftini millum felagsarbeiðið og staðbundnu arbeiðini
  2. Felags lærugrundarlag
  3. Etiskir spurningar
  4. Ymiskir spurningar

Í tilgongdini hevur dentur verið lagdur á, at heimamissiónsfólk kring alt landið kundu siga sína hugsan og at tilgongdin í sjálvum sær skuldi virka savnandi. Eisini skal skjalið kunna nýtast til at knýta seg til rørsluna.

Ein stýrisbólkur hevur leitt arbeiðið við umboðum fyri staðbundnu arbeiðini, Høvuðsstýrið, landsnevndirnar og starvsfólkini.

Við vón og bøn um, at samleikaskjalið verður dúgliga nýtt, so tað framhaldandi kann vera við til at greiða týðandi spurningar og at savna rørsluna.

Á ársmøtinum 11. mai 2013

Felagsarbeiðið – staðbundnu arbeiðini

1.1 Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum
  1. Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum er tey missiónsarbeiði, sum saman taka fult undir við endamálinum og grundarlagnum hjá Heimamissiónini, og sum arbeiða í samsvari við samleikaskjalið.
  2. Kirkjuliga Heimamissiónin skipar seg við Høvuðsstýri, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna um hendi og myndar rørsluna.
  3. Staðbundnu arbeiðini hava ávirkan á, hvussu felagsarbeiðið verður rikið.
1.2 Staðbundnu arbeiðini
  1. Staðbundnu arbeiðini skipa seg sjálv og hava ábyrgdina av staðbundna missiónsarbeiðinum.
  2. Staðbundnu arbeiðini reka missiónsarbeiðið á staðnum og bera felagsarbeiðið andaliga og fíggjarliga.
1.3 Felagsarbeiðið
  1. Høvuðsstýrið leiðir felagsarbeiðið.
  2. Felagsarbeiðið stuðlar staðbundnu arbeiðunum og ger tær uppgávur, sum vit betri megna í felag.
  3. Øll lønt starvsfólk í Heimamissiónini verða sett av Høvuðsstýrinum eftir galdandi reglum.

Felags lærugrundarlag

2.1 Grundarlag

“Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum byggir arbeiði sítt á Bíbliuna, Guds innblásta og heilaga orð og avgerandi myndugleiki fyri trúgv og lívi hins kristna og sum tulking á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit.” (úr lógskipanini)

2.2 Bíblian – Guds heilaga orð
  1. Bíblian er Guds heilaga orð, borin okkum ígjøgnum menniskju. Hon er gudinnblásin og tískil fult og heilt álítandi (2 Tim 3,16; 2 Pæt 1,21; Áps 4,25; Jóh 10,35).
  2. Bíblian hevur avgerandi og óvikandi myndugleika og er greið og nøktandi til lív og sælu (2 Tim 3,15- 16; Jóh 5,39).
2.3 Skapanarverkið
  1. Gud hevur skapað himmalin og jørðina, menniskjuni og alt livandi og heldur støðugt øllum skapanarverkinum uppi. Skapanin er verulig hending (1 Mós 1-3; Kol 1,17; Hebr 1,3; 11,3).
  2. Menniskjað er skapað í Guds mynd sum krúnan á skapanarverkinum. Tískil hevur hvørt einstakt menniskja óendaligt virði uttan mun til kyn, aldur, húðarlit, førleikar, heilsu, átrúnað ella annað (1 Mós 1,26-27; Sl 8,4-9).
  3. Gud hevur skapað menniskjað gott og rættvíst til ævigt samfelag við Gud og medmenniskjað. Menniskjað er skapað til at elska og æra skapara sín og at elska og verja næsta sín (1 Mós 1,31).
  4. Við syndafallinum, sum er verulig hending, vórðu menniskjans náttúra og viðurskiftini við Gud grundleggjandi broytt. Menniskjað verður nú føtt sum syndari, sum av náttúru ikki vil Guds vilja. Syndin hevur skilt menniskjað frá skapara sínum. Henda skaða hvørki vil ella kann menniskjað bøta. Tí tørvar einum og hvørjum menniskja endurføðing við Guds Heilaga Anda (Sl 51,7; Job 14,4; Mark 7,21-23; Jóh 3,3-6; Róm 3,23; 5,12; 8,6-7; Ef 2,3).
  5. Gud hevur sett menniskjað at ráða yvir øllum øðrum skapningum. Menniskjað eigur tí at umsita og gagnnýta jørðina og tilfeingi hennara undir ábyrgd fyri Gudi, næstanum og umhvørvinum (1 Mós 1,26- 28; 1 Mós 2,19; Sl 33,13-15; Hebr 4,13).
2.4 Náðimiðlarnir

Jesus Kristus hevur vunnið øllum syndarum Guds náði við deyða og uppreisn síni. Við náðimiðlunum rættir hann syndarum hesa náði, og hon gagnar teimum, ið taka ímóti henni við trúgv á Jesus (1 Pæt 1,23; Ják 1,18; Kol 2,12).

2.4.1 Orðið (Guds orð)

  1. Guds orð er livandi og virkið. Tí er Orðið fyrsti og grundleggjandi náðimiðilin, ið eisini virkar í hinum báðum náðimiðlunum, sum eru sakramentini: dópur og altarborð (Róm 1,16; 2 Tim 3,15; 1 Pæt 1,23- 25; Ják 1,18.21; Hebr 4,12).
  2. Tað er Guds orð, sum ger ein náðimiðil til náðimiðil, ikki orðsins tænari ella tann, ið tekur ímóti náðimiðlinum.

2.4.2 Dópurin

  1. Kristni dópurin er náðimiðil. Í dópinum endurføðir Gud Heilagi Andi syndaran, veitir honum syndanna fyrigeving og ævigt lív og festir búgv í hjarta hansara. Tí tørvar øllum menniskjum at verða doypt (Matt 28,18-20; Jóh 3,3-6; Áps 2,38; Tit 3,5; Kol 2,12; 1 Pæt 3,21).
  2. Tað er Gud, sum virkar í dópinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju. Tí er bert neyðugt at verða doyptur einaferð (Róm 6,3-6; Ef 5,25-27).
  3. Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus Kristus og lyfti hansara. Eisini trúnna virkar Gud við orði og Anda sínum. Uttan trúgv gagnar dópurin einki, tí hoyra trúgv og dópur óloysandi saman (Róm 10,17; Gal 3,26-27; Kol 2,12; 1 Pæt 1,23-25).
  4. Sum Guds Orð talar um børnini, trúnna og dópin, er bæði neyðugt og natúrligt at doypa børn, ið verða uppald í kristnu trúnni (Job 14,4; Sl 51,7; Jóh 3,3-6; Ef 2,3; Matt 18,1-6: Luk 18,15-17).

2.4.3 Altarborðið

  1. Altarsins sakramenti er náðimiðil. Har gevur Jesus Kristus syndarum sítt heilaga likam og blóð, sum hann gav fyri allar heimsins syndir. Jesus er veruliga til staðar í breyði og víni, sum vit eta og drekka til hansara áminningar. Tí fær syndarin fyrigeving við altarborðið, so satt hann trýr, umframt at trúgvin á syndanna fyrigeving verður styrkt (1 Kor 10,16-17; 11,23-26; Matt 26,26-28; Jóh 6,47-57).
  2. Tað er Gud, sum virkar í altarborðinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju (Matt 26,26-28; Jóh 6,51).
  3. Altarborðið undirstrikar eisini felagsskap teirra trúgvandi (1 Kor 10,17: Luk 22,15).
  4. Altarborðið er fyri øll, ið vilja bera synd sína til Jesus. Tí er alneyðugt hjá øllum trúgvandi javnan at fáa altarsins sakramenti (Jóh 6,51-57; 1 Kor 11,23-32).
2.5 Heilaga Andans gerningur
  1. Heilaga Andans høvuðsgerningur er at leiða syndarar til Jesus Kristus og varðveita teir hjá honum. Tað ger hann við at sannføra teir um synd teirra og dóm á evsta degi og við at skapa trúgv og álit á Jesu frelsandi náði við Guds orði (Jóh 14,16-18.26; 15,26; 16,8-15; Ef 1,13-14).
  2. Heilagi Andin býr í hjørtunum hjá øllum teimum, ið trúgva á Jesus Kristus og eru doypt til hansara, og ynskir støðugt at fylla tey (Matt 3,11; 28,19; Áps 1,8; 2,38; 1 Kor 12,13; Gal 3,1-2; Ef 1,13-14; 3,14- 19; 5,18; Tit 3,5).
  3. Heilagi Andin arbeiðir fyri at skapa góðan ávøkst í lívi teirra, sum hoyra Jesusi til. Ávøksturin er eitt sinnalag, ið elskar Gud og næsta sín í verki (Róm 8,1-17; Gal 5,16-26; 1 Tess 4,3; Hebr 12,14).
  4. Heilagi Andin fyrireikar Guds børn til tænastu fyri Jesus og gleðiboðskapin. Hann gevur hvørjumeinstøkum eina ella fleiri náðigávurtil tænastu. Náðigávurnar eru margfaldar. Tó at tær boðandi náðigávurnar hava størri týdning enn aðrar, skulu vit tráa eftir øllum náðigávunum (Jóh 15,26-27; Áps 1,8; Róm 12,3-8; 1 Kor 12-14; Ef 4,7-16).
2.6 Frelstur við trúgv
  1. Av óendaliga kærleika sínum til øll menniskju sendi Gud son sín í heimin at gera allan heimin sáttan við seg (Róm 3,23-24; 2 Kor 5,14- 15.19; 1 Tim 2,4-6; Hebr 2,9).
  2. Frelsan er av náði eina. Grundað á Krists verk verður syndarin frelstur (Róm 3,19-31; 4,16; 11,6; Ef 2,8- 9; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).
  3. Syndarin verður frelstur eina við trúgv á Jesus. Trúnna skapar Guds Andi við gleðiboðskapinum (Róm 1,16; 3,19-31; 4; Ef 2,8-9; Hebr 11,6; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).
  4. Náðin og trúgvin eru neyðug alt lívið hjá Guds børnum (Jóh 3,30; Róm 8,1; 11,6; Gal 3; 1 Jóh 5,11-12).
2.7 Jesu afturkoma og ævinleikin 
  1. Jesus Kristus kemur ein dag aftur. Tíðin frammanundan er merkt av ógvusligum hendingum í náttúruni, alheiminum og mannaættini. Eisini eru endatíðirnar merktar av forfylging av teimum kristnu og villleiðing frá djevlinum (Matt 24; Mark 13; Luk 21; 2 Tess 2,1-12; Opb 13).
  2. Tá ið Jesus kemur, skal hann reisa øll deyð upp likamliga og halda dóm yvir øllum menniskjum. Teimum, ið trúgva á hann, skal hann geva ævigt lív, meðan tey, ið ikki hoyra honum til, glatast um ævir (Matt 18,8-9; 25,31-46; Áps 1,11; 1 Kor 15; Fil 3,21; 1 Tess 4,13-5,11; Hebr 9,27; Opb 1,7-8; 20,11-15).

Etiskir spurningar

3.1 Inngangur
  1. Gud hevur skapað hvørt einstakt menniskja, so at tað kann liva í kærleiksfullum samfelagi við Gud og medmenniskju síni. Eftir syndafallið tørvar okkum menniskjum etiska leiðbeining at liva rætt saman við øðrum. Bíblian er avgerandi myndugleiki í etiskum spurningum. Grundleggjandi í kristnu siðalæruni er falsleysur kærleiki millum menniskju, og endamálið er at verja hvørt einstakt menniskja, so at tað kann liva eitt gott lív. Serlig vernd verður sett um tey veiku (t.d. 2 Mós 20,1- 17; Matt 22,34-40; Mark 12,28-34, Matt 5-7; Róm 12,9-21; 1 Kor 13; Kol 3,12-15; 1 Tim 2,2; Hebr 12,14; Ják 3,17-18).
  2. Næstakærleiksboðið býður okkum at elska øll menniskju uttan mun til lívsførslu teirra, at umbera eins og okkum sjálvum tørvar umbering, og í verki at sýna veruliga umsorgan fyri hvørjum øðrum. Guds orð loyvir okkum harumframt ikki at døma, happa ella niðurgera. Kristni felagsskapurin er fyri allar syndarar á jøvnum føti. Tey, ið Gud nýtir í tænastu síni, eru syndarar, sum støðugt hava tørv á at venda sær til Jesus við synd síni (1 Mós 1,26-27; Sl 8,4-9; 139,13-16; Matt 22,36-40).
3.2 Samlív – hjúnalagið
  1. Gud hevur skapað menniskjað í síni mynd sum mann og kvinnu. Hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu er Guds góða og gagnliga skipan fyri samlívið og tann karmur, hann hevur givið um kynslívið (1 Mós 1,26-28; 2,18-25; Matt 19,4- 6; 1 Kor 11,11-12).
  2. Við syndafallinum kom egoisma eisini inn í samlívið millum kynini. Kærleikin millum mann og kvinnu er tó framvegis partur av Guds góða skapanarverki. Tí er tað Gudi tekkiligt at fjálga um hjúnalagið, meðan alt, sum skaðar hjúnalagið, er ímóti Guds vilja (t.d. Orðt 5,1-23; Gal 6,2; Ef 5,22-33; Kol 3,12-19).
  3. Hjúnalagið varir, so leingi báðir hjúnafelagar liva. Hjúnaskilnaður er ímóti Guds vilja og upploysir ikki hjúnalagið. Nýggja Testamenti letur tó upp fyri hjúnaskilnaði í serligum førum, um eingin annar útvegur er. Endurgifta er at rokna sum hjúnalagsbrot, um fyrrverandi hjúnafelagin enn livir (Mál 2,14-16; Matt 5,31-32; 19,1-12; Mark 10,1-12; Luk 16,18; 1 Kor 7,10-24).
  4. At búgva saman ógift og kynsligt samlív uttan fyri hjúnalagið er í stríð við Guds orð (t.d. Orðt 6,32; Jer 7,1- 15; Matt 5,27-30; 1 Kor 6,15-20; 1 Kor 7,9).
  5. Nýggja Testamenti talar eisini jaliga um at vera støk/stakur (Matt 19,10-12; 1 Kor 7,1-8 og 32-34).
  6. Samkynt samlív er í stríð við Guds orð. Skriftin fordømir tó ikki samkyndar kenslur í sjálvum sær (3 Mós 18,22; 20,13; Róm 1,26-27; 1 Kor 6,9-10; 1 Tim 1,8-10).
3.3 Rúsdrekka/rúsevnir
  1. Bíblian ávarar ímóti at verða drukkin (Sl 104,14-15; Jes 25,6-8; Orðt 20,1; 23,29-35; Matt 11,19; Luk 21,34; Jóh 2,1-11; Róm 13,12-13; 1 Kor 6,19-20; Gal 5,19-21; Ef 5,18; 1 Tess 5,6-8; 1 Tim 5,23; 1 Pæt 4,7).
  2. Fráhald frá rúsdrekka er eitt skynsamt lívsval. Sum rørsla vilja vit virka fyri einum rúsfríum umhvørvi millum børn, ung og vaksin. At nýta narkotisk evni er ikki í tráð við kristna lívsførslu (Róm 14; 1 Kor 8; 10,23-33).
3.4 Lívið (byrjan og endi)
  1. Skaparin er eisini harri yvir lívi og deyða. Eitt og hvørt menniskja hevur tí óendaligt virði og rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða (Job 31,15; Sl 8,4-9; 51,7; 139,13-16; Jes 44,2; Jer 1,5; Luk 2,21).
  2. Fosturtøka er at taka lívið hjá einum óføddum menniskja og kann einans verða góðtikin í støðum, har vandi er fyri, at mamman doyr orsakað av barnsburðinum. Tey, ið skulu verða foreldur, men hava truplar umstøður, eiga at fáa hjálp og stuðul frá okkum, bæði undir og eftir barnsburð.
  3. Virkin deyðshjálp stríðir ímóti kristna menniskjasýninum.
  4. Kristna sýnið á eitt og hvørt menniskja er eisini avgerandi, tá tað viðvíkur handfaring av ílegum og líknandi etiskum spurningum.

Ymiskir spurningar

4.1 Fólkakirkjan og Heimamissiónin
  1. Kirkjuliga Heimamissiónin er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í evangelisk-luthersku Fólkakirkjuni í Føroyum. Sambært endamálinum verður virksemið útint í samstarvi við prestarnar í Fólkakirkjuni, har hetta er gjørligt (Lógskipanin, 3. partur).
  2. Heimamissiónin er ein leikfólkarørsla og leggur stóran dent á, at ein og hvør trúgvandi er við til at bera gleðiboðskapin út (“almenna prestadømið”). Hetta við at vera vitni um frelsuna í Jesusi og ljós ímillum medmenniskju síni – og við at vara av, at boðanin er bíbilsk (1 Pæt 2,9; smb. Augsburgsku Játtanina 28).
4.2 Tvørkirkjuligt samstarv
  1. Í øllum virksemi okkara er umráðandi at vera tilvitandi um evangelisk-lutherska grundarlagið. Ein og hvør, ið kemur til tiltøk okkara, skal kenna seg tryggan við, at boðanin er í samsvari við hetta.
  2. Samstundis leggja vit stóran dent á virðing fyri og kærleika til trúarsystkin okkara í øðrum kirkjum/samkomum (Róm 12,10; Gal 6,10; 1 Tess 4,9-10; Hebr 13,1-2; 1 Pæt 2,17; 2 Pæt 1,7).
  3. Ásannandi, at hugburðurin til tvørkirkjuligt samstarv er ymiskur í staðbundnu arbeiðunum kring landið, mæla vit til umhugsni í samstarvi. Vit arbeiða fyri kunnleika um evangelisk-lutherska lærugrundarlagið, og vit vilja, at boðanin ikki er í stríð við hetta grundarlag.
4.3 Tænastur
  1. Gud vil, at øll menniskju skulu hoyra gleðiboðskapin um son hansara, Jesus Krist, til trúgv og eftirfylging. Tí kallar Gud børn síni til at vera virkin í tænastu fyri hann.
  2. Tænasturnar í Guds ríki eru margfaldar og ymiskar (sí 2,5). Tó hava allar týdning og eru við til at byggja Guds ríki, uttan mun til hvussu týdningarmiklar tær tykjast vera. Skriftin eggjar øllum meinigheitum til at framelska øll evni og náðigávur, sum Gud gevur, bæði kvinnum og monnum. Vit eiga at nýta øll evnir og allar gávur, har Gud hevur sett okkum í heimi, samfelagi og meinigheit. Júst margfeldið og fjølbroytnið av tænastum sýnir, at Jesu Krists kirkja er likam hansara í hesum heimi (Róm 12,1-8; 1 Kor 12-14; Ef 4,1-16).
  3. Øll eru skapað í Guds mynd og hava sama virði, og øll Guds børn eru kallað at byggja upp Guds kirkju. Kvinnur og menn kunnu virka, leiða og tala, og tað er ábyrgdin hjá øllum at døma um læruna. Tó lærir Nýggja Testamenti, at skikkaðir menn fáa serliga skyldu til at umsita tænastuna at taka sær av, at øll meinigheitin verður lærd upp í sunnu læruni og øllum Guds ráði. Tí ráða vit missiónsarbeiðunum til – bæði teimum staðbundnu og felagsarbeiðinum – at hava skikkaðar menn, um tað er møguligt, í ella uttan fyri stýrið, at hava høvuðsábyrgd fyri læruni í missiónsarbeiðnum (Jóh 10,27; Áps 20,27; 1 Kor 14,34-38; 1 Tim 2,11- 3,7).
  4. Tá ið fólk verða kallað til tænastu, er umráðandi, at hesi liva eitt satt og ærligt kristnilív samsvarandi Guds orði (1 Tim 3,1-13; Tit 1,5-9).

Arbeiðið við samleikaskjalinum

Arbeiðið fór í gongd í 2007 og varð liðugt 24. apríl 2013, tá høvuðsstýrið endaliga samtykti tað.

Í stýrisbólkinum hava hesi verið:

Fyri staðbundnu arbeiðini
Leila Højgaard
Rannvá Langgaard 
Claus Højgaard, seinni Jan Johannesen

Fyri Høvuðsstýrið
Thomas Dam, form., seinni Bergur D. Joensen 
Sverri Steinhólm

Fyri landsnevndirnar
Nansi Johannesen, seinni Sóley í Selvindi

Fyri starvsfólkini
Jógvan Højgaard

Skrivari
Vagn Foldbo, aðalskr., seinni Øssur Kjølbro

Mannagongdin hevur verið, at stýrisbólkurin hevur orðað uppskot til hvønn av teimum 4 pørtunum í skjalinum. Uppskotið er síðani farið til hoyringar hjá ávikavist staðbundnu arbeiðunum, Høvuðsstýrinum landsnevndunum og starvsfólkunum. Eisini hava uppskotini staðið á prenti í Trúboðanum og ligið á www.mission.fo. Mongu innkomnu viðmerkingarnar frá hoyringunum hava síðani verið viðgjørdar í stýrisbólkinum, sum so í mongum førum hevur tillagað skjalið. Stýrisbólkurin hevur havt tilsamans 23 fundir.