Bólkur: Trúboðin

  • Opið hús á nýggju høvuðsskrivstovuni hjá Heimamissiónini

    Opið hús á nýggju høvuðsskrivstovuni hjá Heimamissiónini

    Leygardagin 24. oktober kl. 10–12 hevur Kirkjuliga Heimamissiónin opið hús á nýggju høvuðsskrivstovuni á gamla barnaheiminum í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt at síggja nýggju umstøðurnar.

    Í longri tíð hevur verið arbeitt við at finna eina meira sentrala staðseting við betri plássi til vaksandi virksemið hjá Heimamissiónini. Samstundis var ynskið at leysgeva meira pláss í leguhúsinum í Nesvík til barnalegur, ið ofta eru fullteknaðar við langum bíðilistum.

    Skrivstovan hjá Heimamissiónini hevur húsast í Nesvík síðan fyrst í 1990’unum, men í mai í ár flutti hon inn í gamla barnaheimið á Pedda við Stein Gøtu 10 í Havn. Har húsast skrivstovan nú í parti av bygninginum. Síðan tá er nógv gjørt við bygningin. Tekjan er skift, húsini eru málaði, og nógv sjálvboðin og starvsfólk hjá Heimamissiónini hava lagt eina hond í at fríðka um bæði innan og uttan.

    Nú er komið á mál, og leygardagin kl. 10-12 verða dyrnar latnar upp. Tá fáa øll høvi at síggja nýggju karmarnar, sum framyvir verða miðdepil fyri fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini – herundir barna- og familjuarbeiðið, Spírar, ungdómsarbeiðið, miðlavirksemi, Heimamissiónsforlagið v.m.

    Tað er avmarkað parkering rundan um skrivstovuna, og tí verður eisini víst til møguleikan at parkera við KFUK í Havn, haðan tað er stutt at ganga niðan.

  • Fyrireikað Stórmøtini síðani tíðliga í vár

    Fyrireikað Stórmøtini síðani tíðliga í vár

    – Vit gleða okkum til Stórmøtini og vóna at síggja fólk úr øllum landinum til hetta árliga stóra tiltakið hjá Heimamissiónini. Karmarnir við Tjarnir eru góðir, og fortreytirnar eiga at vera fyri einum sera góðum tiltaki, sigur Heini Kristiansen, ið er eitt av fólkunum, sum hava fyrireikað Stórmøtini 2026.

    Sjey fólk hava síðani tíðliga í vár arbeitt saman við leiðsluni í Kirkjuligu Heimamissiónini at fyrireika Stórmøtini, sum vera við Tjarnir í Havn nú um vikuskiftið, 23.-25. oktober.

    Bólkurin hevur umboð úr missiónsarbeiðum ymsastaðni um landið.

    Í bólkinum eru: Heini Kristiansen (Toftir – tovhaldari), Kartin Høgnesen (Leirvík – HM starvsfólk), Bogi Nón (Fuglafjørður), Lydia Samson (Klaksvík), Maria Garðsá (Tórshavn), Jütta Reynslág (Argir) og Fróði Hansen (Sandavágur).

    Fyrireikingarbólkurin (f.v.): Heini Kristiansen, Fróði Hansen, Maria Garðsá, Lydia Samson, Jütta Reynslág, Kartin Høgnesen og Bogi Nón.

    Fundir við Tjarnir og um landið

    – Fyrireikingarbólkurin hevur arbeitt miðvíst síðani apríl. Bólkurin hevur havt fund umleið eina ferð um mánaðin, og uppgávulisti er gjørdur, og ábyrgdarpersónar settir á. Síðani hevur arbeiðið snúð seg mest um at fylgja upp, um uppgávurnar eru í gongd ella loystar, sigur Heini Kristinasen.

    Fundirnir hava verið við Tjarnir og um landið, har ið ymsu limirnir í bólkinum hava verið vertir.

    Fólk eru fús at hjálpa

    Tað eru sera nógv fólk, sum hava ymsar uppgávur, tá ið Stórmøti eru. Og tey flestu arbeiða sjálvboðið.

    Millum annað hevur uppgávan hjá bólkinum verið at finna forsangarar, teknikarar, fólk at gera høllina klára, fólk at baka og skipa fyri mati til tey ymisku tiltøkini, finna parkeringsvaktir og nógv annað. 

    – Tað hevur gingið væl. Fólk eru fús at hjálpa til og átaka sær uppgávur. Vit royna eisini at biðja fólk um landið, sigur Heini Kristiansen.

    Júst hvussu nógv fólk hjálpa til við ymiskum uppgávum er ikki greitt, men talan er helst um fleiri hundrað.

    Gera okkara at tað skal eydnast væl

    – Tað krevur sjálvandi eitt sindur at fyrireika, men tað er tó ikki óyvirkomiligt. Tað er fundarvirksemi og so at seta ting í gongd ímillum fundir. Vit eru øll spent uppá at gera okkara til, at Stórmøtini verða væl eydnað sum tiltak, sigur Heini Kristiansen.

  • Saman kunnu vit fáa úrslitið í javnvág í 2026

    Saman kunnu vit fáa úrslitið í javnvág í 2026

    Góðu missiónsvinir

    Fyrst av øllum siga vit hjartans tøkk fyri tykkara stuðul til arbeiðið hjá Heimamissiónini. Hvør gáva ger mun, og vit eru takksom fyri trúfesti og vælvild.

    Á høvuðsstýrisfundi í farnu viku varð fíggjarstøðan 2026 endurskoðað. 

    Nú árið nærkast endanum, hava vit tørv á eini eyka hjálp. Nýggjasta framrokningin vísir, at vit kunnu vænta eitt hall á umleið 300.000 kr. í 2026. Tí heita vit á vinir og stuðlar um at hjálpa okkum at fáa ársúrslitið í javnvág. 

    Hví er tørvur á eyka stuðli?

    Gávumildni hevur verið stórt. Bæði fastar gávur, innsavningar og aðrar gávur eru øktar fyrstu níggju mánaðirnar samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

    Samlaðu inntøkurnar fyri árið væntast eisini at verða nakað hægri enn ætlað, men útreiðslurnar eru øktar enn meira. 

    Serliga hava eyka útreiðslur til Leguhúsið í Nesvík ávirkað fíggjarstøðuna. Olja og el væntast at kosta 138.000 kr. meira enn ætlað, og ein skaði á heittvatnsrørum hevur higartil kostað 125.000 kr. Harumframt hevur viðlíkahaldið verið dýrari enn ætlað, samstundis sum inntøkurnar hjá Leguhúsinum hava verið lægri enn í fjør. 

    Vilt tú hjálpa okkum á mál?

    Málið er at savna 300.000 kr. afturat innan árslok, so vit, við støði í verandi framrokning, kunnu enda 2026 við javnvág í rakstrinum. 

    Tað kann tykjast nógv, men um vit eru fleiri, sum lyfta í felag, ber tað til. Til dømis røkka vit málinum, um 300 gevarar lata 1.000 kr. hvør, ella 600 gevarar lata 500 kr. hvør.

    Hevur tú møguleika at lata eina eyka gávu? Allar upphæddir eru kærkomnar.

    Tú kanst lata tína gávu á konto 6460-151.376.3 og viðmerkja gáva.

    Hjartans tøkk fyri, at tú stendur saman við okkum — og fyri hvørja gávu, stóra sum smáa.

    Vinarliga

    Leiðslan í Heimamissiónini

  • Ummæli av sangfagnaðarkonsertini 2026

    Ummæli av sangfagnaðarkonsertini 2026

    Tað var í spenningi at eg í dag koyrdi norð til leguhúsið í Nesvík á konsert hjá Sangfagnaðinum 2026. Sangfagnaðurin hevur í ár 10 ár á baki, og nærum hvørt ár hevur onkur av mínum luttikið sum sangari. Tey árini, ið eg sjálv ongan átti sum luttakara, eru vit tó farin á konsert fyri at hoyra tað, ið børnini eftir bert nøkrum døgum hava vant og lært seg at framføra.

    Frá øðrum árum visti eg, at nógv orka verður løgd í hesar dagar, og at avrikið plagar at vera sera gott. Og í ár var einki undantak- eg fór ríkað og signað heimaftur. 

    Konsertin: 

    Framførslan byrjaði við, at ímeðan tónleikarnir spæla, so koma børnini rennandi inn og stilla seg á sítt stað. Frá fyrsta tóna av hoyra vit dugnaligar tónleikarar, har tey flestu hava verið við fleiri ferðir.

    Og sum børnini koma rennandi inn, stendur kórleiðari beinanvegin fyri teimum og vísir teimum á tey tekn og rørslur, ið tey nú skulu gera, ímeðan bíðað verður eftir at øll eru komin inn á gólvið – 160 luttakarar umframt umleið 30 leiðarabørn eru tey í ár! 

    Felagskórið: 

    Hetta er felagskórið, sum tá øll eru komin inn tríva í fyrsta sangin: “Sært tú ælabogan lýsa”. Og jú, har standa tey: í litføgrum blusum, ið tilsamans mynda ælabogan. Litirnir á blusunum umboða eisini teir litir, ið sangfagna-blusurnar hava havt øll árini, og riggaði tað sera væl til teirra 10 ára hald.

    Og fyri at geva ælabogalitunum og framførslunum nakað eyka, so høvdu børnini ljós í hondini, sum tey veitraðu við á ymiskan hátt ímeðan sungið varð, so at konsertin av álvara hevði ein festligan dám.

    Hesa myndina tók Ása Sunadóttir, tá hon kom til konsertina leygardagin, meðan børnini sungu sangin um ælabogan

    Ímeðan tey sungu sín fyrsta sang, hugsaði eg við mær, at tey ið standa fyri, hava funnið og kenna leistin. Her eru dugnaligir kórleiðarar, ið leiða børnini væl ígjøgnum konsertina soleiðis, at øll kunnu kenna seg trygg og vita, hvat tey eiga at gera. Tey eru væl skipaðið: onkur tekur sær av at vísa børnunum rørslurnar, onkur leiðir sangin, og onkur tekur sær av, at solistarnir vita júst nær og hvussu tey skulu syngja og kann lofta teimum, um tørvur er á tí.

    Leiðarnir eru royndir – tey flestu hava verið við frá byrjan – og vita tey júst hvussu tey skulu gera, soleiðis at børnini fáa víst so væl í verkið sum gjørligt, tað tey hava vant hesar dagar. Sera gott og er hetta við at tryggja gott úrslit, men hetta gevur eisini børnunum fortreytir fyri, at fáa eina góða uppliving, tá tey framføra sínar sangir.

    Sangurin hjá felagskórinum rungar her undir leiðslu av Ámundi Berthelsen, Joan Niclassen og Bjartu Ásbjørnsdóttir Arge, og ein kann ikki annað at verða bergtikin av hesum glaðu børnunum, ið syngja av hjarta og ústrála eina slíka gleði, at tað rørir okkum áhoyrarar. Tey hava hesar dagar lært tekstir uttanat, løg og rørslur og er tað imponerandið, tá hugsað verður um, at tey bert hava verið í Nesvík síðan hósmorgunin.

    Eftir fyrsta sang verður bjóðað vælkomin har lagt verður fram, at evnið á ársins Sangfagnaði er “Syng Guði lov”. Og at sum fokusøki hava tey valt ælabogan, fyri at minna okkum á, at Gud er hjá okkum og passar uppá okkum. 

    Barnakórið: 

    Eldru børnini fara nú av pallinum og eftir standa børnini, ið ganga í 2.-4. fl saman við kórleiðarunum hjá sær, sum í ár vóru Karin Petersen, Vivian Ole-Jacobsen, Dagmar Djónadóttir og Tova Sigurdsdóttir Nielsen. Barnakórið syngur tríggjar sangir. Og sjálvt um øll tey eldru nú eru farin av pallinum, so syngja børnini trygt og sannførandi: “Nú byrjar brakið, vit lyfta takið, kom latið sangin fylla alt”!

    Og allatíðina gera tey rørslur til. Tey syngja hart og væl við, men vita eisini í støðum, at syngja spakuligt fyri síðan at brúsa fram við sanginum fyri at undirbyggja tekstir so sum: “Hann æru og prís fáa skal!” Yndisliga fara tey eisini frá at syngja einræddað til at syngja fleirræddað í støðum. Flott! 

    Leiðarakórið: 

    Yngru børnini sessast nú á gólvinum frammanfyri áhoyrarunum, og fáa vit nú at vita, at vit í ár fáa eitt eyka kór at hoyra: Leiðarakórið, ið er sett saman av kórleiðarum og leiðarum annars, ið hava tikið tøk í Nesvík hesar dagar. Tey koma upp á pallin og framføra saman við tónleikarunum nú eitt lagatyssi við sangum, ið hava verið við hesi 10 árini. Stuttligt at hoyra og minnast aftur á.

    Og vit hoyra enn einaferð, at hetta eru fólk, ið duga at syngja og spæla og seta saman eitt lagatyssi við ymiskum sangir, har alt bara situr, sum tað skal. Vit hoyrdu ein fantastiskan sang fyri og annan eftir. Fleiri av teimum týddir og yrktir til høvið hesi árini. Og eg hugsi: hvar eru sangirnir í dag? Okkurt er tøkt á alnótini, og tað er sera gott. Møguliga kundu hesir sangir eisini verið útgivnir og tøkir at lurta eftir á stroymingstænastum e.l og á hendan hátt framhaldandi verið til gleði, kveikjan og uppbyggjan. 

    Andakt og Juniorkórið

    Eftir leiðarakórið fáa vit eina andakt frá Marjan Kass Nielsen, ið fyri 10 árum síðan tók stig til fyrsta sangfagnaðin. Marjan tosar um ælabogan, ið varð settur á himmalin sum eitt lyfti frá Guði til menniskjuni á døgum Nóa, og sum eisini eru galdandi í dag: “sært tú ælabogan lýsa, allir litirnir teir vísa okkum aftur á Guð. Hann, sum gevur vón”.

    Nú verður Juniorkórið- tey í 5.-7. fl. bjóðað fram á pallin. Glað koma tey fram, og eg hugsi, at tað hevði verið hóskiligt her aftur at hoyrt dugnaligu tónleikararnar spælt tey inn á pallin. Yvirhøvur kundu tey spælt til fleiri ella øll skiftir, tá tað jú er ein frægd at hoyra tey.

    Men vit fingu tónarnar, tá øll børnini stóu klár: góðar tónar og rytmisk/tónleikalig ljóð av ymiskum slag, sum leiða børnin í sangin: “Guð góður er og Hans náði hon varir í ævir”. Hesa ferð undir leiðslu av kórleiðarunum Hallgerð Brim, Helenu Hansen og Jannet Hanusardóttir Højgaard.

    Juniorkórið syngur 3 sangir, ið eisini allir eru rytmiskir við lættum dámi og tilhoyrandi rørslum, har børnini eisini venda sær ímóti hvør øðrum og syngja sangirnar og gleðina fram í hvørjum øðrum. Aftur hoyra vit einræddað, yvir í fleirræddað. Broytingar í dynamikki og rútmu og annað, ið ger hetta stuttligt og livandi at hoyra sum áhoyrari. 

    Endin/felagskórið: 

    Yngru børnini koma nú aftur á pallin, og vit hoyra felagskórið syngja brúsandi “Skín, Jesus skín, fyll várt land við tí dýrd tú hevur”. Seinasti sangurin var “Gloria” har vit sluppu at hoyra, hvussu kórið skifti dur fleiri ferðir, men komu trygt inn aftur á sangin hvørja ferð: flott!

    Eftir stóran fagna vóru vit so heppin at fáa eitt eykalag, ið var eyðkendi sangurin “Veitslurómur er og gleði”. Hesaferð eru allir leiðarar við, og solistarnir til hendan sangin eru børn og vaksin, ið hava verið við øll hesi 10 árini, og var tað stuttligt og rørandi at hoyra og síggja og ein góður endi á eina serstakliga góða konsert- aftur í ár. 

    Samanumtikið: 

    Hesar dagar í Nesvík hava børnini fingið uppliving og lærdóm við sær, ið hoyrir sangfagnaði til. Vit sóu dugnaligar solistar í øllum aldri, ið við dirvi framførdu sínar sangir yndisligað, trygt, við áræði og sannførandi. Vit mugu ásanna, at vit eiga sera dugnalig fólk, ið skipa fyri og leiða kórini hegnisliga við góðum, uppbyggjandi sangum, ið eru til gleði og signing fyri bæði luttakarar og áhoyrarar.

    Saman við dugnaligu tónleikarunum kann eg bara staðfesta, at vit eru rík, at vit við hesum tiltaki kunnu geva børnunum ein andaligan og tónleikaligan førning við sær heimaftur. Eftir Sangfagnaðin 2026 stendur bjartast fyri mær evnið frá í ár:“Syng Guði lov”! Honum veri æran og tøkkin. Fyri í ár, men eisini fyri hesi 10 árini, ið vit- higartil- hava átt Sangfagnaðin. 

    Poula Reinert Olsen

  • SpíraBRAK við Tjarnir sunnudagin

    SpíraBRAK við Tjarnir sunnudagin

    Sunnudagin 25. oktober verður stórt barna- og familjutiltak við Tjarnir. Stóra kórið frá Sangfagnaðinum við umleið 200 børnum fer at syngja. Harumframt verður bíbliuleikur, og spíravinir vitja.

    Í sambandi við Stórmøtini hjá Kirkuligu Heimamissiónini vikuskiftið 23.-25. oktober verður stórt SpíraBRAK sunnudagin klokkan 15.

    Talan er um størsta sunnudagsskúla í landinum, tá ið børn allastaðni úr Føroyum vera við. Saman við foreldrum, ommum og abbum og nógvum øðrum er ætlanin at fylla stóru høllina við Tjarnir.

    Felagskór frá Sangfagnaðinum syngur

    Til tiltakið fer kórið frá Sangfagnaðinum, sum telur umleið 200 børn, at syngja. Sangfagnaðurin, sum var í Leguhúsinum í Nesvík í heystferiuni, hevði 10 ára jublieum í ár, og var tí nógv gjørt burturúr. Børn úr øllum landinum komu saman í tríggjar dagar at læra fleiri nýggjar sangir. Hetta endaði so við tveimum útseldum konsertum í høllini í Nesvík leygardagin.

    Stóra felagskórið frá sangfagnaðinum fer aftur at syngja til SpíraBRAKIÐ sunnudagin klokkan 15.

    Til SpíraBRAKIÐ verður eisisi ein bíbliuleikur, og harumframt fara Reyða Leyva og aðrir spíravinir at vitja.

    – Vit gleða okkum til sunnudagin og vóna at síggja nógv børn og vaksin úr øllum landinum til SpíraBRAK við Tjarnir, sigur Vivian Ole-Jacobsen, leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

    Spírar við nýggjari røð og heimasíðu

    Spírar gjørdist 1. januar í ár partur av barnaarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Spírar er ein talgildur sunnudagsskúli og røð av føroyskum barnasendingum, sum bera gleðiboðskapin og kristnu siðalæruna til børn á ein skapandi og mennandi hátt.

    Endamálið er at geva børnunum tað besta – gleðiboðskapin um Jesus.

    Í sambandi við SpíraBRAK sunnudagin kemur fyrsti partur av Spírum 2 út saman við nýggjari heimasíðu. Har ber til at síggja kristiligar barnasendingar, bíbliusøgur, sangir, kreativa hornið og nógv annað á føroyskum – heilt ókeypis. Tað serliga serstaka við spírar.fo er, at tað er trygt hjá børnum at hyggja uttan at lýsingar ella óviðkomandi filmsbrot koma fram.

    Kringvarpið fer eisini eftir ætlan at senda tilfar frá Spírum.

    Tá ið SpíraBRAK er liðugt sunnudagin er Spíraland við hoppiborg til børnini, og øll eru boðin til nátturða áðrenn møtið, sum verður kl. 18.

    Sí skránna til stórmøtini her.

  • Áhugatímar um evangelisk-luthersku læruna

    Áhugatímar um evangelisk-luthersku læruna

    Dópur, altarborðið, bíblian og Luther og tey tvey valdini. Tað eru áhugatímarnir, sum høvið er at velja ímillum seinnapartin leygardagin 24. oktober, tá ið Stórmøtir verða við Tjarnir í Havn.

    Nógv tiltøk eru á Stórmøtunum, bæði fyri børn, ung og vaksin. Eitt øðrvísi tiltak, har til ber at seta seg meiri inn í nøkur bíbilsk evni, eru áhugatímarnir við Tjarnir.

    Fýra gudfrøðingar fara at undirvísa um fýra grundleggjandi evnir í evangelisk-luthersku læruni.

    Tann fyrsti áhugatímin hevur heitið ”Dópur: Endurfødd til eitt nýtt lív.” Tað er Øssur Kjølbro, prestur, sum undirvísir.

    Annar tímin hevur heitið ”Altarborðið: Føði til tað æviga lívið”. Tað er Ovi Brim, próstur, sum undirvísir.

    Triði tímin hevur heitið ”Bíblian: Myndugleiki og náðimiðil”. Tað er Bergur Debes Joensen, prestur, sum undirvísir.

    Fjórði tímin hevur heitið “Luther og tey tvey valdini: Hvussu hevur Gud skipað heimin?” Tað er Jákup Reinert Hansen, ph.d., lektari í kirkjusøgu í Fróðskaparsetrinum, ið undirvísir.

    Møguleiki verður at velja tveir av áhugatímunum

    Áhugatímarnir verða hildnir samstundis í ymsum hølum við Tjarnir, men í tveimum umførum klokkan 15:00 og 16:30. Fólk hava tí møguleika at hoyra tveir av áhugatímunum.

    Eftir áhugatímarnar verður ein nátturðabiti fyri tey, ið hava luttikið til áhugatímarnar, áðrenn stórmøti byrjar klokkan 19.00.

    > Sí fullu skránna til stórmøtini her.

  • Fjølbroytt skrá til Stórmøtini komandi vikuskifti

    Fjølbroytt skrá til Stórmøtini komandi vikuskifti

    Nú er minni enn ein vika til stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum í ár verða við Tjarnir 23.-25. oktober. Talan er um eina spennandi skrá til bæði børn, ung og vaksin – ja, til alla familjuna.

    Fríggjakvøld og leygarkvøld eru junior-møtir samstundis sum møti er í høllini. Barnaansing er eisini til tey smáu, meðan møtini eru.

    Til tey ungu eru eisini ungdómsmøtir bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

    Sunnudagin kl. 15 verður stórt familjutiltak við heitinum Spírabrak. Her verður eitt nú møguleiki at hoyra stóra barnakórið frá sangfagnaðinum, sum var hetta vikuskifti í Nesvík.

    Sí eisini skránna her.

  • Sangfagnaðurin endaði við tveimum fullsettum konsertum í Nesvík

    Sangfagnaðurin endaði við tveimum fullsettum konsertum í Nesvík

    Síðstu dagarnar hevur árligi sangfagnaðurin verið í Leguhúsinum í Nesvík, har eini 160 børn úr øllum landinum koma saman at syngja. Dagarnir endaðu við tveimum fullsettum konsertum – eini 630 fólk – í høllini í Nesvík í dag, har foreldur, ommur og abbar og onnur komu at hoyra sprutlandi sanggleði frá stóra barnakórinum.

    Sangfagnaðurin varð í ár hildin á 10. ári, og tí var hetta eitt heldur serstakt ár. Hetta sást aftur í ballónum hangandi runt í húsinum og flúgvandi runt í høllini undir seinasta sanginum, tá tekjan nærum fleyg av, meðan stóra barnakórið saman við øllum leiðarunum – eini 200 fólk – sang Veitslurómur er og gleði, sum varð sungin til sangfagnaðin í 2023.

    Tað eru sanniliga eldsálir, ið eru við til at fyriskipa, stjórna kórinum og hjálpa til við sangfagnaðinum – tí her vóru fleiri, sum hava verið við til sangfagnaðin øll 10 árini.

    Marjan Kass Nielsen, sum hevði eina andakt miðskeiðis undir konsertini, varð eisini heiðra fyri at byrja sangfagnaðin, tá hon var barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Vivian Ole-Jacobsen, núverandi leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið, sum eisini var við til fyrsta sangfagnaðin fyri 10 árum síðan, segði nøkur orð og handaði Marjan eitt blómutyssi sum tøkk fyri sítt slóðbrótandi arbeiði. Fleiri enn 2000 børn hava luttikið til sangfagnaðin síðstu 10 árini, og meira enn hundrað sangir eru sungnir, harav fleiri eru yrktir ella týddir til høvið.

    Fullsett høll til báðar konsertirnir á Sangfagnaðinum 2026.

    Sangfagnaðurin er vorðin somikið vælumtóktur, at tá tilmeldingin lat upp fyrst í september máttu foreldur sita klár við knøttarnar – og eftir bert fáar minuttir varð fullteknað.

    Møguleiki verður at hoyra stóra barnakórið aftur á Stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini við Tjarnir komandi vikuskifti. Tey koma at syngja til Spírabrakið, stóra familjutiltakið sum verður sunnudagin 25. oktober kl. 15:00. Tá eru øll hjartaliga vælkomin.

  • Saman í bøn við Tjarnir

    Saman í bøn við Tjarnir

    Í samband við at Stórmøtini nærkast, og vit hava fingið ein so góðan karm sum Tjarnir til hetta tiltak, so skipa vit fyri bøn við Tjarnir mánadagin 12.oktober kl 18.

    Vit syngja góðar sangir saman, biðja saman og fáa góð orð við á leiðini. Vælkomin at leggja leiðina framvið mánadagin. Tiltakið varir frá kl 18-19.30. 

    Í samband við at aðrar samkomur eisini hava stór tiltøk við Tjarnir um hesa tíð, verða øll boðin hjartaliga vælkomin til hetta bønartiltak!

    • Ekkó verður 15.-17. oktober 
    • Heimamissiónin skipar fyri Stórmøtum 23.-25. oktober
    • Samfelagsstevnan verður 7.-9. Nov

    Lat okkum standa saman og biðja fyri Havnini, biðja fyri ungdóminum, tí uppvaksandi ættarliðinum og um veking yvir Føroya land

    Vit hava fingið høli, sum tekur 100 fólk, so vælkomin at bjóða øðrum við

    Vælkomin

  • Heimamissiónin bjóðar til økisfundir kring landið í vetur

    Heimamissiónin bjóðar til økisfundir kring landið í vetur

    Í vetur bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin øllum missiónsáhugaðum til økisfundir kring landið, har kunnað verður um felags missiónsarbeiðið. 

    Talan er um almennar fundin, har øll áhugaði eru vælkomin. Umboð fyri leiðsluna hjá Heimamissiónini koma at kunna um gongdina í felags arbeiðinum seinastu tíðina og um kósina framyvir. Høvið verður eisini at seta spurningar og luta sínar tankar um felagsarbeiðið.

    Fundirnir verða í hesum støðum kl. 19-21 og eru fyri øll missiónsáhugaði:

    • Kollafjørður: Hóskvøldið 29. oktober í missiónshúsinum í Kollafirði
    • Toftir: Týskvøldið 3. november í Tabor á Toftum
    • Tvøroyri: Mikukvøldið 4. november í missiónshúsinum á Tvøroyri
    • Tórshavn: Týskvøldið 10. november í meinigheitshúsinum í Havn
    • Klaksvík: Mánakvøldið 11. januar 2027 í KFUM-K í Klaksvík
    • Miðvágur: Mánakvøldið 18. januar 2027 í missiónshúsinum í Miðvági

    Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Stórmøti verður við Tjarnir síðst í oktober

    Stórmøti verður við Tjarnir síðst í oktober

    Í døgunum 23. til 25. oktober verða árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og hesuferð verða tey hildin í stórhøllini við Tjarnir. Vikuskiftið bjóðar bæði felagsskap, sang, fyrilestrar, familjutiltøk og møtir fyri øll ættarlið.

    Høvuðsmøtir og áhugatímar

    Á skránni eru trý høvuðsmøtir við heitunum „Skriftin eina“, „Trúgvin eina“ og „Náðin eina“. Hesi evnini vísa á nakað av tí mest grundleggjandi í kristnu trúnni. Talarar verða Torleif Johannesen, Marjan Kass Nielsen og Pól Johannesen, meðan fleiri einstaklingar og kór luttaka við sangi gjøgnum vikuskiftið.

    Umframt høvuðsmøtini verður eisini nógv annað á skránni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru ungdómsmøtir, fyri yngru ættarliðini eru serlig juniortiltøk, og umframt at barnaansing er fyri tey smáu, meðan kvøldmøtini eru.

    Leygardagin verður høvi at velja millum fýra áhugatímar. Har verður varpað ljós á dópin, altarborðið, Bíbliuna og læruna hjá Luther um tey tvey valdini. Áhugatímarnir verða endurtiknir, so luttakararnir kunnu velja tveir ymiskar fyrilestrar.

    Stórt familjutiltak sunnudagin

    Sunnudagin verður stóra familjutiltakið Spírabrak. Hetta er ársins størsti sunnudagsskúli, har børn, foreldur, ommur og abbar savnast til sang, bíbliusøgu og felagsskap. Gjøgnum árini hevur familjutiltakið verið eitt av teimum best vitjaðu tiltøkunum á Stórmøtinum.

    Leygardagin verður eisini boðið til opið hús á nýggju høvuðsskrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Havn, har fólk fáa høvi at síggja nýggju umstøðurnar og heilsa upp á starvsfólk og leiðslu. 

    Eins og undanfarin ár verður týðing til enskt á høvuðsmøtunum, so eisini altjóða gestir kunnu fylgja við.

    Øll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøti 2026 við Tjarnir, har vit koma saman um gleðiboðskapin um Jesus Kristus, felagsskapin millum trúgvandi og tað, sum hevur borið Guds kirkju gjøgnum øldirnar.

    Fulla skráin sæst á: https://trubodin.fo/stormoti-2026/

  • Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan

    Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan


    Í hesum døgum verður Talvudagur hildin í fleiri kirkjum kring landið til frama fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í summum kirkjum var talan um síðsta sunnudag, meðan aðrar kirkjur hava Talvudag komandi sunnudag.

    Sunnudagsskúlin virkar runt alt landi. Nógv eru børnini, sum trúliga møta upp, viku eftir viku, at hoyra bíbilsøgu, at syngja saman og til hugnaligan felagsskap.

    Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla, ítrótt, syngja og mangt mangt annað. Seinastu árini er undirtøkan vaksin støðugt. Umframt summarlegurnar eru onnur tiltøk, millum annað vælumtókti sangfagnaðurin, sum er í heystferiuni.

    Kirkjuliga Heimamissiónin hevur starvsfólk, hvørs uppgáva er at samskipa leguvirksemi og stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum. Harafturat gjørdist Spírar partur av barnaarbeiðinum hjá Heimamissiónini á nýggjárinum í ár.
    Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í stóran mun fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

    – Vit eru takksom fyri øll, sum bera sunnudagsskúlan fram í bøn, tænastu og við fíggjarligum stuðli. Okkara ynski er, at børn kring alt landið fáa møguleika at hoyra um Jesus og kenna Guds orð, sigur Vivian Ole-Jacobsen, leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

    Tey, sum ynskja at geva eina gávu til barnaarbeiðið, kunnu flyta eina upphædd á 

    Kontonr.: 6460-462.256.3 og viðmerkja ‘talvudagur’. 

     
    Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.