Eftir summarferiuna fer Rannvá Hentze úr Havn til Íslands at arbeiða sum ungdómsvolontørur. Hetta er í samband við samstarv millum Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum og Kristniboðsambandið (SÍK) í Íslandi um at styrkja missiónsarbeiðið í londunum í útnorðri.
Rannvá er 23 ára gomul og hevur í nógv ár verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn, harav hon hevur sitið í ungdómsleiðsluni í umleið 7 ár. Í vetur var hon á Discipleship Training School (DTS) hjá YWAM í Suðurafrika, harav hon var ein mánað á missiónsferð í Filippsoyggjunum, og hevur hon eitt hjarta fyri evangelisering og missión.
Seinasta hálva árið hevur Heimamissiónin havt tveir volontørar í Íslandi, og hevur hetta samstarvið tvørtur um Føroyar og Ísland eydnast sera væl. Herfyri varð tí søkt eftir nýggjum volontørum til seinna hálvár, og er hetta starvið nú sett. Høvuðsuppgávan hjá Rannvá verður framhaldandi at styrkja ungdómsarbeiðið hjá SÍK.
Rannvá er send út av Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum, men kemur í tí dagliga at arbeiða fyri SÍK í Íslandi.
Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum volontørur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini ella hjálpt til á annan hátt, kanst tú skriva aðalskrivaran á [email protected].
Í ár fagna vit, at tað eru júst 60 ár síðani, at tær fyrstu summarlegurnar fyri sunnudagsskúlabørn vórðu hildnar á Kambsdali. Tað, sum byrjaði sum ein roynd í 1960-árunum við 190 børnum, er vaksið til eitt stórt arbeiði – og í ár eru allar legurnar púra útseldar, har hundraðtals børn og vaksin kring landið gera seg klár til summarsins hæddarpunkt. Jóhannes Mortensen, sum tá var trúboðari í Fuglafirði, átti stóran lut í at taka stig til legurnar. Dóttir hansara, Sólbjørg Mortensen Símunarson, hevur verið í skjalasavninum hjá pápanum og funnið nakað av gulli fram til okkara:
Í juni 1966 stóð at lesa í blaðnum, sum KFUM í mong ár gav út, Kristiligt Ungmannablað undir teignum ”Summarleirar og stevnur”:
”Leirur fyri sunnudagsskúlabørnum í Skótahúsinum í Kambsdali við Fuglafjørð frá 12. til 24. juli. Eisini børn, har sunnudagsskúli ikki er, eru vælkomin. Aldursmarkið er frá 10 til 14 ár. Innmeldan til Johs. Mortensen, trúboðara, Fuglafirði, tlf. 74.”
Í september sama ár stóð:
Sunnudagsskúla summarleirur á Kambsdali
Tað vóru framúr góðir dagar, vit høvdu á sunnudagsskúla summarleirinum í KFUM skótahúsunum á Kambsdali við Fuglafjørð. Dagarnir vórðu nógv betri, enn vit framman undan kundu vænta. Alt gekk sera væl í hond, fyrst og fremst við børnunum, men eisini við hjálpini á leirunum og øllum, sum skuldi til. Hesir fyrstu leirarnir vóru í grundini ein roynd fyri at vita, hvussu slíkir leirar kundu koma at ganga undir okkara viðurskiftum og har, KFUM skótarnir høvdu sett síni hús.
Og nú aftaná, at leirarnir eru av, og vit hava verið har í 3 vikur, kann ikki sigast annað, enn at staðið er sera væl hóskandi til slíkar leirar. Plássið, har húsini liggja, er veðurgott. Móti norði lívir Kambur, eysturættirnar eru tiltiknar og góðar her um leiðir, móti suðuri lívir Tyril, og vesturættirnar, sum eru tær ringastu, koma ikki rættiliga framat, tí at húsini liggja so langt uppi í dalinum. Og útsýnið er gott. Húsini standa umleið 400 metrar frá koyrivegnum, og í ein kring millum 400 og 600 metrar frá húsunum er so javnt vallað, at ein frá húsunum kann eygleiða øllum, sum fer fram í dalinum.
Húsini, sum vit vóru í, eru stór og rúmlig. Í neðra er køkur, vaskirúm, spískamar og matarhøll, har borðreitt kann verða fyri 100 fólkum. Á loftinum eru 2 stór kømur, har tilsamans 70 børn kunna sova, og kvistur, har 4 vaksin kunna vera. Hugskotið til at hava summarleirar fyri sunnudagsskúlabørnum kom Johan H. Simonsen, trúboðari, við fyri 3 til 4 árum síðan.
Men tá vóru eingin leirhús, og eingin hættaði sær undir at hava leir fyri børnum í einum missiónshúsi í onkrari bygd, eins og vit hava havt tað nú í mong ár fyri ungfólki. Men nú, skótahúsið á Kambsdali í 1965 varð bygt, og barnaleirar vóru hildnir av Brøðrasamkomuni, kom tankin fram aftur, at vit innan kirkjuna skuldu bjóða børnum til sunnudagsskúlaleirar. Eftir at húsið var fingið til láns, varð lýst í bløðunum um hesar leirar. Stórvegis annað enn lýsing í Dimmalætting og Dagblaðnum tvær ferðir varð ikki gjørt fyri at fáa leirarnar kunngjørdar.
Hvussu hetta skuldi ganga fyri seg, og hvat ið vit skuldu taka okkum fyri á leirunum, vóru alt mál, sum vit máttu finna fram til so hvørt, sum tíðin nærkaðist og leirarnir fóru fram.
Til leiðarar fingu vit góða hjálp. Vilhelm Olsen, trúboðari á Sandi, og undirritaði vóru alla tíðina, somuleiðis vóru konurnar við og tóku sær av matgerðini; men umframt hetta fingu vit góða hjálp fyrst og fremst av kvinnum úr Fuglafirði og Leirvík, men eisini av fólki úr Havn og av Argjum og ikki at gloyma systkini Jóanes og Juliu Fonsdal úr Vestmanna. Tilmeldingin av børnum til leirarnar bleiv størri, enn vit høvdu væntað. Tá ið saman um kom vóru 190 børn teknaði, og talið millum dreingir og gentir lá soleiðis, at vit komu at hava fyrst ein leir við 70 gentum, so ein við 62 dreingjum og síðan aftur ein við 58 gentum. Hvør leirur vardi í 4 dagar í tíðini frá 11. til 25. juli. Børnini vóru frá 10 til 14 ár og vóru úr 28 ymsum bygdum, av hesum høvdu 8 bert 1 barn, meðan ein hevði 20.
Úr Nes sókn vóru tilsamans 46 børn, annars vóru børn úr Sandoynni, úr Vágum, Vestmanna, Havn, av Argjum og aðrastaðni. Av tí, sum vit høvdu til børnini hesar dagarnar úti í haganum um 4 km til næstu bygd, kunna vit í høvuðstættum nevna, at vit fóru upp kl. 8 um morgunin, fingu okkum vaskað, settu flaggið og fingu morgunmat. Kl. 10 høvdu vit bíbliutíma.
Sum grundarlag fyri teir 4 bíbliutímarnar, ið pláss var til á hvørjum leiri, høvdu vit Matt. 28, 16 – 20:
1) Jesu makt, 2) Doypi tey, 3) Læri tey, og 4) Eg eri við tykkum.
Kl. 12 fingu vit døgverða, og seinnapartarnar var farið í hagan. Ein dag sóu vit Varmakeldu, annan Trælavatn, har lómur eigur; ein í Fuglafirði, var sunnudagur, fóru vit í kirkju; dreingirnir vóru ein dag í besta summarveðri uppi á Kambi.
Kl. 6 fingu vit náttverða, og um kvøldarnar høvdu vit ymist, viðraði, var leirbál eitt kvøld, og tað eydnaðist at fáa tvey. Eitt kvøld høvdu vit “Sunnudagsskúlakvøld” við talu, sangi og søgum, eitt spældu vit og eitt komu foreldrini at vitja, hetta vóru tey bestu kvøldini. Millum 30 og 40 foreldur vóru hvørja ferðina. Kl. 11 á kvøldi skuldu vit leggjast, men ikki var lætt at fáa frið á seg millum so nógv børn, og ofta gekk leingi, til øll svóvu.
Tað er einki at ivast í, at fyri børnini vóru hetta góðir og minniríkir dagar, og tað er heldur einki at ivast í, at hesir leirar, um hildið verður fram við teimum, vilja vinda upp á seg. Tað er bert eitt, vit kundu ynskt, um umstøðurnar til at halda slíkar summarleirar, har so mong skulu hjálpa til, kundu verið meira fullfíggjaðar – at bygt var aftrat, so tey,sum hjálpa á leirunum, eisini kundu verið har um náttina. Sum var hesaferðina, so fóru flest av teimum, sum hjálptu til, til hús at sova. Hetta kann verða bøtt um, um útvegir verða gjørdir til at byggja aftrat.
Annfríð Erlandsdóttir Jacobsen er sett sum nýggjur volontørur til ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini (HeimaMissiónsUngdómur – HMU) seinna hálvár. Hon byrjar eftir summarferiuna og kemur at arbeiða saman við ungdómsráðgevanum at styrkja ungdómsarbeiðið sambært løgdu strategiini.
Annfríð er 20 ára gomul, býr á Argjum og er virkin í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn. Harafturat er hon virkin í sunnudagsskúlaarbeiðinum bæði í Argja kirkju, Vesturkirkjuni og í Meinigheitshúsinum í Havn.
Herfyri varð søkt eftir volontøri til ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um fulltíðarstarv í eitt hálvt ár til fjølbroytta arbeiðið, sum verður gjørt við tí endamáli, at so nógv ung sum gjørligt kunnu hoyra góða boðskapin um Jesus Kristus og læra at fylgja honum eftir.
Vilt tú stuðla ungdómsarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, kanst tú flyta eina fasta mánaðargávu ella eingangs gávu á konto 6460-422.753.2 og viðmerkja “gáva”.
Til skrivstovuna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Tórshavn
Heimamissiónin leitar eftir røskum og álítandi reingerðarfólki til skrivstovuna í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Starvið er 5 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á gamla barnaheiminum, Pedda við Stein Gøta 10 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er gerandisdagar aftaná kl. 16.00 ella í vikuskiftinum.
Vit vænta
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og at tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur. Somuleiðis verður væntað, at tú ert likamliga og sálarliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Løn sambært avtalu.
Umsókn
Send eina umsókn til [email protected], um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðhild Dam Hansen, t-post: [email protected].
Um okkum
Kirkjuliga Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, sum byrjaði sítt virki um aldarskiftið 1900 sum fylgja av teimum vekingum, sum vóru í grannalondunum í 1800-talinum. Fremsta endamál og uppgáva er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Vit hava leingi arbeitt við at flyta okkara skrivstovu úr Leguhúsinum í Nesvík – og nú eru fyrireikingarnar komnar somikið langt, at í morgin flyta vit inn í nýggj hølir á Føroya Barnaheimi í Havn. Ein rúgva av sjálvbodnum hava hjálpt til, okkara starvsfólk hava kýtt seg, og vit hava fingið stóra vælvild frá mongum. Takk til tykkum øll!
Í hesum sambandi er okkara skrivstova stongd mánadagin 11/5 – og okkara dagliga virksemi er órógvað hesa vikuna, men telefonin svarar tó sum vant týsdagin til hósdagin kl. 09-12 og fríggjadagin kl. 09-15. Haldið okkum til góðar! Eisini ber til at skriva til okkum á [email protected].
Framyvir verður okkara dagliga skrivstova á barnaheiminum á Pedda við Stein Gøtu 10 í Tórshavn. Vit tóku á nýggjárinum yvir leigumálið av bygninginum og koma at húsast í parti av bygninginum, meðan ein partur framvegis verður leigaður út til ukrainskar flóttar.
Hví flyta vit?
Leguhúsið í Nesvík er framvegis karmur um størsta partin av okkara leguvirksemi. Tað er gravgangur eftir at sleppa á summarlegu, og bíðilistarnir til fleiri barnalegur eru fullir, so vit tíverri ikki hava pláss til øll børnini, sum ynskja at sleppa við. Vit koma eftir flytingina at víðka um karmarnar í Leguhúsinum, so vit fáa pláss til fleiri børn, ung og familjur og betri karmar til leiðarar og hjálparfólk til okkara legur.
Við flytingini koma vit eisini í gerandisdegnum at vera tættari at stórum parti av Føroya fólki – og okkara virksemi fevnir breitt um barna- og familjuarbeiði, ungdómsarbeiði, forlag, miðlavirksemi, sjómansmissión, trúboðarar kring landið, útimissión v.m.
Okkara fremsta endamál er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi, heima og úti. Takk um tú vilt standa saman við okkum í hesum týðandi kalli og máli. Og takk fyri forbøn og stuðuli til okkara arbeiði.
Hevur tú hjarta fyri ungdómsarbeiði? Hevur tú hug at royna teg fulla tíð í missión? So er hetta ein fantastiskur møguleiki hjá tær!
Heimamissiónsungdómur (HMU) leitar eftir einum volontøri til eftir summarferiuna og hálvt ella eitt ár fram til sítt fjølbroytta arbeiði, sum verður gjørt við tí endamáli, at so nógv ung sum gjørligt kunnu hoyra góða boðskapin um Jesus Kristus og læra at fylgja honum eftir!
Sum volontørur hjá HMU kemur tú serliga at hava ymiskar samskipandi og praktiskar uppgávur í samband við legur og tiltøk hjá HMU. Alt eftir tínum áhuga og evnum kunnu uppgávurnar umfata m.a. fylgjandi
Byggja upp og menna ungdómsarbeiðir kring landið
Hjálpa ungdómsráðgevanum við ymiskum uppgávum og tiltøkum, so sum legur, skeið og ymiskar aðrar áhugaverdar uppgávur
Hjálpa til við at røkka ung umvegis sosialar miðlar
Hjálpa við tilrættislegging av KUMPAS, bíbliulesiætlanini til ung
Hjálpa til á HM-skrivstovuni við ymiskum uppgávum fyri ungdómsráðgevan og umsitingina annars
Tú kemur at arbeiða undir ungdómsráðgevanum hjá Heimamissiónini, umframt at hava samband við nógv sjálvboðin. Volontør-starvið krevur, at tær dámar og dugir at samstarva við nógvum ymsum fólki, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Starvsstaðurin er á barnaheiminum í Tórshavn, har HM-skrivstovan flytur í næstum. Volontørurin fær eina mánaðarliga samsýning á 6000 kr. umframt ferðaútreiðslur endurgoldnar.
Um tú hevur áhuga, kanst tú skriva eina stutta umsókn, har tú greiðir frá:
Hví tú ynskir at vera volontør
Tínar styrkir, sum tú ynskir at kunna brúka í starvinum
Tínar royndir innan kristiligt arbeiði, bæði lokalt og td. frá legum.
Umsóknin skal sendast til [email protected]. Freistin at søkja er 1. mai.
Hevur tú spurningar ella vilt tú bara vita meira um møguleikan, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brúsá, á tlf. 720720 ella [email protected].
Á ársmøtinum var ein serlig løta, har Jógvan Højgaard varð heiðraður fyri 20 ár í tænastuni sum trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Aðalskrivarin handaði honum blómur sum tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu.
Jógvan hevur verið trúboðari hjá Heimamissiónini síðani 2006 og er settur hálva tíð við serligari ábyrgd av missiónsarbeiðinum í Suðuroy. Har hevur hann í mong ár fyriskipað missiónsvikur, hildið møtir kring oynna og verið ein tryggur stuðul hjá tí staðbundna arbeiðinum. Arbeiðið er ofta gjørt í tí stilla, men hevur stóran týdning fyri mong.
Hóast høvuðsarbeiðsøkið er Suðuroy, hevur Jógvan eisini tænt aðrastaðni í landinum.
Heimamissiónin takkar Jógvani hjartaliga fyri trúfesti, tænastu og góða arbeiðið øll hesi árini. Vit ynskja honum Guds signing framyvir og biðja Gud styrkja og leiða arbeiðið, sum hann stendur í — bæði í Suðuroy og kring landið annars.
Illveðrið fyrrapart kundi lættliga havt darvað uppmøtingini til Ársmøtið leygardagin, men so var ikki. Tá fólk byrjaðu at koma inn í Leguhúsið í Nesvík merktist beinanvegin familjukenda huglagið, tá Guds fólk kemur saman.
Lógvatøk, klemm og smíl vóru deild. Og beinanvegin merktist gleðin av at koma saman sum rørsla.
Og hóast vind og regn var uppmøtingin góð. Meira enn vit hava sæð í fleiri ár.
Tvær frásagnir – ein kós
Bæði formaðurin, Heri Kjærbo, og aðalskrivarin, Jákup Brúsá tóku støði í tí sama: Strategi 2030, ið varð løgd fram til ársmøtið í fjør.
Nakað av tí, sum vakti áhuga, var at báðar frásagnirnar tóku um hendan, har strategi-framløgan slepti í fjør: Hvat er hent? Hvar eru vit nú? Og hvat liggur fyri framman komandi árið?
Heri Kjærbo legði dent á, at arbeiðið ikki er tilvildarligt ella spjatt. Tað er ein greið kós: at styrkja einleikan, felagsskapin og samleikan í rørsluni. Tað var greitt, at hann sær eina rørslu, sum stendur “meira samlað enn fyri fáum árum síðan”.
Í arbeiðsfrágreiðingini tók Jákup Brúsá um endan á strategiska arbeiðinum síðan í fjør: Hvat settu vit okkum fyri? Hvat er hent? Hvat verður næsta stig? – Tað gjørdi hansara gjøgnumgongd ítøkiliga og lætta at fylgja.
Tað var ikki ein listi yvir aktivitetir – tað var ein støðumynd av strategiskari framgongd.
Hetta sást á fólki: lítil nikk, stuttar notatir, stillar samrøður í kaffisteðginum: “Tað er gott at síggja, at strategiin verður tikin í álvara.”
Strategisku innsatsøkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini komandi árini.
Nøkur av høvuðspunktunum í frásøgnunum
Nógv kom fram í teimum báðum frásagnunum. Her vilja vit bert nevna nøkur fá høvuðspunktir:
1. Arbeiðið millum børn og ung heldur fram at vaksa
Tað er greitt, at bæði barna- og ungdómsarbeiðið er í framgongd. Tað vekir stóra gleði.
Í fjør vóru um 1700 børn og ung á okkara legum. Og tá tilmeldingin til summarlegurnar lat upp tveir tímar áðrenn ársmøtið, vóru allar barnalegurnar í Nesvík fullteknaðar uppá bert 30 minuttir.
Aðalskrivarin greiddi í hesum sambandi frá, at í summar verða heili 3 legur aðrastaðni enn í Nesvík. Fyri at nøkta vaksandi tørvinum verður nemliga sum nakað nýtt eisini ein summarlega í Dali á Sandoynni. Og so eru eisini, sum tað hevur verið í nógv ár, summarlegur á Giljanesi og í Porkeri. So tað er framvegis møguleiki at koma á barnalegu í summar.
Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, legði fram arbeiðsfrágreiðing um arbeiðið seinasta árið.
Til allar legurnar er eisini ein hópur av sjálvbodnum hjálparfólki.
”Til summarlegurnar í fjør vóru áleið 300 leiðarar og hjálparfólk. Uttan teirra hjálp bar hetta arbeiðið ikki”, segði Jákup Brusá, ið gleddist yvir, at so mong aftur og aftur brúka sína tíð og evnir í tænastuni.
Nøkur onnur ting nevnd frá barna- og ungdómsarbeiðinum síðsta árið:
Nýtt ungdómsarbeiði byrjað á Sandi í fjør – og ein vøkstur í ungum til ungdómsmøtir kring landið
Spírar gjørdist nýggjur partur av okkara barnaarbeiði á nýggjárinum
Tvær nýggjar føroyskar barnabøkur útgivnar í heyst
Ungdómsvolontørur settur í heyst – og tveir ungdómsvolontørar sendir til Íslands á nýggjárinum
HMU Podcast koyrt støðugt síðan í heyst – røkkur út til ung á netinum við vitnisburðum og bíbilskum evnum
Leiðaraskeið fyri ungdómsleiðarar trý kvøld í heyst
Leiðararáðstevna fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar í september
KUMPAS bíbliulesiætlan til ung kemur út tvær ferðir árliga
2. Lutherski arvurin
Eitt av týðuligastu tyngdarpunktunum í formansfrágreiðingini var denturin á lutherska arvin. Mitt í øllum tí praktiska arbeiðinum, mongu átøkunum og stóra innsatsinum, steðgaði hann á við tað, ið ber alla rørsluna: tann lutherski samleikin.
Hann gjørdi greitt, at “lutherski arvurin og læran er okkara felags samleiki.”
Og hann helt áfram við teimum trimum setningunum, sum ígjøgnum øldir hava borið lutherska gudfrøði:
“Trúgvin eina. Náðin eina. Kristus eina.”
Heri legði dent á, at komandi ár ikki bert snýr seg um organisatión, bygnað og strategisk mál –– men um at styrkja andaliga grundarlagið, ið ger okkkum til eina rørslu og ikki bert eitt apparat.
Hann knýtti tað eisini til tvey ting, sum øll rørslan byggir sítt arbeiði á:
“Bøn og Bíblia hoyra saman. Paulus bað Gud um at lata upp einar dyr fyri orðinum.”
Fyri Hera var hetta ein áminning um tað kall, vit hava: Um vit vilja náa børn, ung, familjur og samfelagið –– so skulu orðið og náðimiðlarnir (dópur og breyðbróting) standa í miðdeplinum. Tað skal ikki bara vera eitt leiktjald í baksýni, men miðdepilin í tí, vit gera.
3. Felagsskapur, sum verður styrktur í verki
Sum eitt framhald av hesum peikaði Heri eisini á gleðina við tveimum átøkum, sum síðsta árið hava samlað menniskju tvørtur um landið um júst Bíbliuna og bøn.
SAMAN í bøn heldur fram sum eitt fast, afturvendandi tiltak fýra ferðir árliga, og SAMAN um Bíbliuna hevur fyrsta hálvár 2026 verið hildið fýra ferðir við góðari uppmøting.
Hann nevndi hesi tvey átøk sum dømir um, hvussu lutherski arvurin ikki bert er eitt gudfrøðiligt fundament, men nakað vit skulu liva út í verki. Afturvendandi kvøldini um Orðið og bønina eruv ið til at styrkja felagsskapin, óanisæð hvaðan úr landinum ein kemur, og hava verið ein týðandi partur av arbeiðinum seinasta árið.
Vit liva nú í eini heystingartíð, har mong uppliva tørvin á at finna trúgv og samleika. Hóast árið hevur havt nýggjar starvssetanir við sær, og hóast sjálvboðin hava gjørt ein fyrimyndarligan innsats í øllum krókum av rørsluni, er tørvur á fleiri.
At enda til arbeiðsfrágreiðingina tók Jákup tí samanum við orðunum úr Mattheus 9:
“Akurskurðurin er stórur, og arbeiðsmennirnir eru fáir… Biðið tí Harran senda út arbeiðsfólk.”
Ein og hvør innheysting byrjar í bøn til hann, sum leystur grøðina vaksa – ikki minst um at Gud vil kalla og senda røttu arbeiðsfólkini til tað arbeiðið, ið liggur fyri framman komandi árið.
Á ársmøtinum varð kunngjørt ein broyting í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini. Ragnar G. Mortensen takkar fyri seg eftir 14 ár, meðan Martha H. Mýri úr Klaksvík er nývaldur limur í høvuðsstýrinum, sum er hægsti myndugleiki í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Martha er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum, er komin í missiónshúsið frá barnsbeini, og missiónsarbeiðið hevur fylgt henni alt lívið. Í dag starvast hon sum lærari í samfelagsfrøði á Miðnámi á Kambsdali, og í Klaksvík hevur hon í fleiri ár verið ein virkin partur av arbeiðinum í KFUM&K. Hon er forkvinna í KFUK í Klaksvíksn og er somuleiðis tónleikaliga virkin — millum annað sum sangari í kvinnukórinum Suð. Hon sat eisini í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni síðsta skeið.
Ragnar G. Mortensen (t.h.) takkaði fyri seg í høvuðsstýrinum eftir at hava sitið í 14 ár – her við eini heilsan frá formanninum, Hera Kjærbo.
Samstundis takkaði Ragnar G. Mortensen fyri seg eftir 14 ár í høvuðsstýrinum, og fekk hann inniliga tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu gjøgnum nógv ár. Ragnar er bústandi á Tvøroyri og hevur umboðað Suðuroynna í mong ár í evstu leiðsluni í Heimamissiónini. Hann er eisini virkin í staðbundna arbeiðinum í missiónshúsinum á Tvøroyri. Hann gjørdist partur av høvuðsstýrinum í apríl í 2012 – og nú eftir 14 ár hevur hann valt at takka fyri seg í hesum sessinum.
Heimamissiónin takkar Ragnari fyri trúfasta tænastu í 14 ár og ynskir Marthu Guds signing í nýggju uppgávuni í høvuðsstýrinum.
Í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina sita nú:
Hvørt ár savnast fleiri túsund børn, ung og familjur til legur og tiltøk runt alt landið, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri. Eisini verður stuðul veittur til staðbundin arbeiði kring landið, har umleið 1500 børn og ung hittast hvønn einasta vikuskifti til sunnudagsskúlar, junior- og ungdómsmøtir. Hetta arbeiðið ger ein stóran mun í lívinum hjá nógvum.
Kirkjuliga Heimamissiónin arbeiðir á mongum frontum: vit hava trúboðarar og sjómanstrúboðara, forlag, bókasølu, leguhús, útgávur sum Trúboðin og Sunnudagsblaðið, bíbliulesiætlanina KUMPAS til ung, og tiltøk sum sangfagnað fyri børn. Hetta er bert ein partur av tí, sum verður gjørt fyri at vekja upp trúarlívið og menna kristna felagsskapin – og alt hetta er í stóran mun borið av gávum.
Nú ársmøtið júst hevur verið, vilja vit heita á vinir og stuðlar um at lata eina ársgávu til felags missiónsarbeiðið. Vit hava stórar ætlanir og vilja røkka enn longur við boðskapinum um Jesus Kristus. Tað krevur nýggja orku – og meira fíggjarligan stuðul.
Vilt tú vera við og bera boðskapin víðari saman við okkum?
Stóra takk fyri tína stuðul – hann ger veruliga mun.
Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini var í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 11. apríl. Uppmøtingin var góð og skráin spennandi.
Dagurin byrjaði við sjálvum frágreiðingum frá arbeiðinum – formansfrágreiðing, arbeiðsfrágreiðing frá aðalskrivaranum og fíggjarfrágrieðing, har roknskapurin varð lagdur fram.
Síðani fingu vit innlit í, hvussu missiónsarbeiðið gongur — bæði lokalt, kring landið og heilt norð til Íslands. Hetta var við fleiri styttri framløgum um ymisk átøk í missiónsarbeiðinum, bæði í felagsarbeiðinum og lokalt.
Um kvøldi var sangmøti, har bólkurin Tabitha framførdi og Pól Johannesen, trúboðari, hevði andakt. Aftaná tað ungdómsmøti, har høllin var mestsum fullsett.
Ein góður og innihaldsríkur dagur, har missiónsfólk úr øllum landinum savnaðust, hóast dagurin byrjaði við illfýsnum veðrið.