Leygardagin 11. apríl kl. 12:00 letur tilmeldingin upp til SIMBA summarlegurnar – og sum nakað er ein nýggj lega sett á skrá í ár. Hendan verður í Dali á Sandoynni.
Umframt summarleguna í Dali er ein barnalega á Giljanesi, ein í Porkeri og fýra í Leguhúsinum í Nesvík. Legurnar í Nesvík eru deidlar upp eftir aldursbólki, meðan legurnar á Giljanesi, í Porkeri og í Dali eru fyri børn í 2.-5. flokki.
Umframt SIMBA legurnar fyri børn eru eisini tvær ungdómslegur og ein familjulega á skrá í Leguhúsinum í Nesvík.
Komandi leygardag 11. apríl bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til ársmøtið í Leguhúsinum í Nesvík, har vit hoyra um gongdina í missiónsarbeiðinum, og har missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum samlast.
Seinnapartin kl. 14:00 verða frágreiðingar um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing, har ársroknskapurin verður lagdur fram. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Eftir ein kaffisteðg verður byrjað aftur kl. 16:00 við seks stuttum framløgum, ið lýsa ymsar tættir av strategiska arbeiðinum í rørsluni, bæði lokalt og í felagsarbeiðinum:
Spírar – kristiligt tilfar til børn á netinum
Praktisk tænasta – handaligt og andaligt arbeiði
Volontørarbeiði í Íslandi – samrøða við Magnus H. í Hjøllum og Andrias Garðsá, ungdómsvolontørar í Íslandi
Vikuligur døgurði til bygdafólkið á Skála
Smábólkar í Fuglafirði
Nýtt ungdómsarbeiði á Sandi
Aftaná eru øll boðin til nátturða.
Foreldur við smábørnum nýtast ikki at setast aftur, tí hóast frágreiðingar og framløgur seinnapart eru í høllini, verða tær eisini vístar á stórskíggja í matarsalinum. Har verður eisini ein spælikrókur gjørdur til tey minstu børnini.
Møti og ungdómsmøti um kvøldið
Ársmøti endar við einum sangmøti kl. 19:00 um kvøldi og einum ungdómsmøti kl. 21:30. Til sangmøtið verður ein framførsla frá bólkinum Tabitha og andakt við Pól Johannesen. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.
Dagurin endar við ungdómsmøti, har Durita F. Lamhauge syngur, og Alfred Olsen talar yvir evnið ’Hvar ert tú í tínum trúarlívi?’. Aftaná verður drekkamunnur.
Kom við á summarlegu! Vit bjóða børnum tykkara nakrar dagar fyltar við góðum upplivingum, nýggjum vinabondum, góðum bíbliutímum og andaktum.
Umstøðurnar í leguhúsinum í Nesvík eru sera góðar við m.ø. einari stórari hoppipútu, vølli, góðum spæliplássi og einum hyli, har børnini kunnu rógva og spæla. Inni hava vit eina høll, borðtennisborð og góðar umstøður til hugna.
Summarlegur verða eisini á Giljanesi, Porkeri og í Dali. Hesar legurnar hava eisini framúr umstøður til nakrar góðar dagar saman við vinum, bæði gomlum og nýggjum.
Vit gleða okkum til nógvar góðar legur saman við børnunum.
Tilmeldingarfreistin er eina viku, áðrenn legan byrjar, um hon ikki er fullteknað áðrenn.
Legurnar verða skipaðar eftir flokki. Tit tilmelda eftir flokkinum, sum børnini ganga í áðrenn summarfrítíðina.
Í fjør vóru fleiri legur skjótt fullteknaðar, so tað er at skunda sær.
Um ein lega er fullteknað, kemur ein bíðilisti út á mission.fo/tilmelding. Um vit fáa pláss til onkran á bíðilistanum, seta vit okkum í beinleiðis samband við tey.
Simbalegurnar í Nesvík
Kostnaður 860 kr.
2. – 3. flokkur: 19. – 23. juni 3. – 4. flokkur: 26. – 30. juni 4. – 5. flokkur: 3. – 7. juli 6. – 7. flokkur: 10. – 14. juli
Simbalegan í Porkeri
Kostnaður 745 kr.
2. – 5. flokkur: 29. juni – 2. juli
Simbalegan á Giljanesi
Kostnaður 830 kr.
2. – 5. flokkur: 19. – 23. juni
Simbalegan í Dali
Kostnaður 830 kr.
2. – 5. flokkur: 24. – 28 juni
Systkinaavsláttur
Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 45 krónur í avsláttri hvør. Eru trý ella fleiri systkin á legu í summar, fáa tey 85 krónur í avsláttri hvør. Hetta er eisini galdandi fyri ungdómsleguna í summar.
Fyri at fáa systkinaavsláttur er týdningarmikið at velja rætt við tilmelding.
Dømi:
Hevur tú 3 børn, sum skulu á 3 ymiskar legur, skalt tú á hvørjari legu sær velja 1 í nøgd á “Summarlega v/systkinaavsláttri – 2 ella fleiri systkin”.
Hevur tú 2 børn, sum skulu á somu legu, skalt tú velja 2 í nøgd í somu tilmelding.
Um onkur setist aftur av fíggjarligum ávum, er møguleiki fyri avsláttri. Skriva til Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgeva, á [email protected]. Allir upplýsingar vera handfarnir í trúnaði.
Avboð
Um avboð verður givið, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:
Um sagt verður frá seinast 7 dagar, áðrenn legan byrjar, verður alt luttakaragjaldið afturgoldið.
Um sagt verður frá 2-6 dagar, áðrenn legan byrjar, verður 75% av luttakaragjaldinum afturgoldið.
Um sagt verður frá dagin fyri ella sama dag, sum legan byrjar, verður einki afturgoldið.
Eisini verða ungdómslega (20. – 24. juli) og familjulega (31. juli – 3. august) í summar. Meira kunning um tær legurnar kemur seinni.
Aðalfundur hjá Bláa Krossi verður í Missiónshúsinum Betania í Gøtu týskvøldi 14.04.2026 kl. 19.00.
Skrá fyri aðalfundin:
1. Velja orðstýrara og skrivara
2. Frágreiðing frá arbeiðinum
3. Góðkenning av roknskapinum
4. Kunna um fíggjarætlan
5. Velja landsnevndalimir
6. Innkomin mál
7. Velja grannskoðan
8. Ymiskt
Eisini er kunning frá Egil G. Olsen viðv. um- og uppíbygging í Saltangará.
Aftan á aðalfundin er møtipartur við luttøku av m.a. Ásu Jacobsen við eini andakt/vitnisburði. Majbritt Holm sigur frá um virksemi í Ávegishúsinum, sangframførslur av streingjakórinum í Betania og Bárður á Lakjuni.
Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini endar løtuna.