Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið nýggja heimasíðu á mission.fo. Nýggja síðan vísir fjølbrotta arbeiðið í rørsluni við bæði myndum og frágreiðingum og avspeglar eisini dagførda sniðsamleikan hjá felagsskapinum.
Harafturat er tað eisini lætt at finna yvirlit yvir felagstiltøk, tilmelding til legur, kunning um arbeiðið, yvirlit yvir missiónsarbeiðir kring landið – og so er møguleiki at stuðla ávísum verkætlanum.
Nýggj síða til sangir og akkordir
Ein av mest vitjaðu pørtunum av mission.fo er yvirlitið yvir sangir og akkordir. Savnið hevur út ímóti 900 sangir, og nógv brúka hetta dagliga ella vikuliga til at venja eftir heima við hús ella at spæla eftir til møtir og tiltøk. Tískil hevur júst hesin parturin fingið serliga stóra ans.
Framyvir verður sangsavnið at finna á serskildari síðu á sangir.mission.fo.
Fleiri stórar broytingar eru á nýggju síðuni – eitt nú at brúkarar nú kunnu stovna sær eina kontu á síðuni. Hetta ger tað møguligt at goyma sanglistar. Hetta kann t.d. brúkast til at savna sangir til eitt ávíst møti. Ætlanin er seinni at víðka um skipanina, so sanglistar kunnu deilast við onnur.

Leitiskipanin er eisini munandi betur, tí nú kann ein leita bæði eftir reglum úr einum sangi, rithøvunda, og skipanin tekur atlit til møguligar stavivillur, tá tú leitar.
Eisini er nú møguligt at síggja sangir og akkordir við hvítum teksti á svørtum bakgrunni (dark mode / light mode). Hetta er ein smálutur, sum nógv hava ynskt sær, tí hann ger síðuna nógv lættari at brúka á palli og undir framførslum.
Aðrar funkur:
- leinkja til sangupptøkur á YouTube og stroymingtænastum
- leggja nótar út til sangir
- goym tínar yndisangir
- snarleinkja til aðrar týðingar av sama sangi
Vón um góða móttøku
Vónin er, at bæði nýggja heimasíðan og teir nýggju møguleikarnir á sangsíðuni fara at verða væl móttiknir.
Um tú finnur villur ella manglar, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við miðlatrúboðaran, Carsten Fonsdal Mikkelsen, á [email protected]. Vit taka fegin ímóti viðmerkingum, sum kunnu hjálpa okkum at gera síðuna enn betri.
