Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Okkara lega

4. sep. – 6. sep.

Okkara Lega er ein lega fyri rørslu-og menningartarnaði o.o. saman við avvarðandi sum Heimamissiónin bjóðar til í Nesvík

Legan er hvørt ár, fyrsta vikuskifti í september frá frígggjadag til sunnudag,

😊 Fyri Okkum er hetta hæddarpunkti á árinum við gaman og álvara-,fyri tey við nógvari ferð og tey við ongari,-leið ella verð leiddur-heilivágur fyri likam,sál og sinn. 😊

Her er nógv á skránni.-

Sera viðkomandi fyrilestrar har persónligar lagnur,upplivingar,avbjóðingar,minnir og tíðarlýsingar verða vinklaðar.-Saman um gleði,sorg,og sakn og umsorgan.

Umframt nógvar góðar máltíðir hava vit eisini festkvøld og undirhald.- Og sjálvandi eru andaktir og Okkara Gudstænasta.

Vit verða vakt við húsaorkestrinum eftir at flaggið er komið í topp.- Síðan er morgunfimleikur fyri øll og tá tærnar og knøðini eru uppvermd er hetta á skránni:

Spøl,ríðing,nógvur livandi sangur,boccia,fótbóltur,ríðing,ítriv,spøl o.a.

Ein nevnd undir leiðslu av Haldu Tausen Olsen Mobil:589063 skipar fyri Okkara Legu.- Kristian Fr. olsen mail: [email protected] leiðir leguna