
Hvat kanst tú gera?
At tæna Gudi og at ferðast við Guði
Tá ið Gud kallar okkum at tæna, kallar hann okkum ikki inn í eina fast læsta støðu, men á eina mennandi ferð.
Í Bíbliuni síggja vit aftur og aftur, at menniskju vaksa, tá ið tey ganga saman við Gudi: í trúnni, í lyndi, í fatanini av hvør Gud er, og í gleðini yvir at síggja, hvussu hann virkar í einum vanligum mannalívi.
Soleiðis er tað eisini hjá okkum í Heimamissiónini. Tænasta snýr seg ikki bara um at “geva”. Í tænastuni upplivir ein eisini at fáa sera nógv:
- vísdóm
- royndir
- gleði
- samfelag
- djúpari samband við Gud
- eina sterkari kenslu av, at Gud veruliga virkar millum menniskju í dag
Gud brúkar menniskju — og samstundis sum hann brúkar okkum, myndar hann okkum.

LOKALT
Gerst sjálvboðin í tínum staðbundna missións- ella meinigheitshúsi
Les meira…

VOLONTØRUR
Gerst volontørur heima ella úti
Les meira…

DUGNALIGAR HENDUR
Hjálp við praktiskum uppgávum í Nesvík og Havn
Les meira…

FULLTÍÐARSTARV
Keyptur leysur til fulltíðartænastu
Les meira…
Gerst sjálvboðin í tínum staðbundna missións- ella meinigheitshúsi
Sjálvboðin eru ein avgerandi leiklutur av lívinum í missións- og meinigheitshúsum kring alt landið.
Tú kanst t.d. hjálpa við:
- praktiskum uppgávum
- sangi og tónleiki
- barna- og ungdómsarbeiði
- møtileiðslu ella forbøn
- kaffi, køki og felagsskapi
- smábólkum ella vitjanartænastu
- Bethania – Missiónshúsið í Gøtu
- Bønhúsið á Hellunum
- Bønhúsið í Ørðavík
- Bønhúsið í Søldarfirði
- GLÓÐ – Ungdómsmøti í Gøtu og Leirvík
- GLÓÐ – Ungdómsmøti í Gøtu og Leirvík
- GMH Ung – Ungdómsmøti á Glyvrum
- Junior á Skála
- Junior á Strondum
- Junior á Toftum
- Junior á Tvøroyri
- Junior í Fuglafirði
- Junior í Havn
- Junior í Hvalvík
- Junior í Hvannasundi
- Junior í Klaksvík
- Junior í Leirvík
- Junior í Miðvági og Sandavági
- Junior í Porkeri
- Junior í Sørvági
- KFUM&K í Klaksvík
- KOMA – Kirkja og missiónshúsið á Argjum
- Meinigheitshúsið á Skála
- Meinigheitshúsið í Havn
- Meinigheitshúsið í Sandavági
- Meinigheitshúsið í Vági
- Missiónshúsið á Eiði
- Missiónshúsið á Glyvrum
- Missiónshúsið á Sandi
- Missiónshúsið á Selatrað
- Missiónshúsið á Strondum
- Missiónshúsið á Tvøroyri
- Missiónshúsið á Viðareiði
- Missiónshúsið í Æðuvík
- Missiónshúsið í Hovi
- Missiónshúsið í Hvalba
- Missiónshúsið í Hvalvík
- Missiónshúsið í Kollafirði
- Missiónshúsið í Leirvík
- Missiónshúsið í Miðvági
- Missiónshúsið í Nólsoy
- Missiónshúsið í Oyndarfirði
- Missiónshúsið í Porkeri
- Missiónshúsið í Rituvík
- Missiónshúsið í Skálavík
- Missiónshúsið í Skopun
- Missiónshúsið í Sørvági
- Missiónshúsið í Sumba
- Missiónshúsið í Vestmanna
- SALT – Ungdómsmøti í Havn
- Sunnudagskúlin í Meinigheitshúsinum í Havn
- Sunnudagsskúlin á Argjum
- Sunnudagsskúlin á Eiði
- Sunnudagsskúlin á Sandi
- Sunnudagsskúlin á Skála
- Sunnudagsskúlin á Strondum
- Sunnudagsskúlin á Toftum
- Sunnudagsskúlin á Tvøroyri
- Sunnudagsskúlin á Viðareiði
- Sunnudagsskúlin í Fuglafjarðar Kirkju
- Sunnudagsskúlin í Bø
- Sunnudagsskúlin í Emmaus í Klaksvík
- Sunnudagsskúlin í Glyvra Kirkju
- Sunnudagsskúlin í Gøtu
- Sunnudagsskúlin í Hoyvíkarkirkju
- Sunnudagsskúlin í Hvalba
- Sunnudagsskúlin í Hvalvík
- Sunnudagsskúlin í Hvannasundi
- Sunnudagsskúlin í KFUM&K í Klaksvík
- Sunnudagsskúlin í Kollafirði
- Sunnudagsskúlin í Kvívík
- Sunnudagsskúlin í Leirvík
- Sunnudagsskúlin í Miðvági
- Sunnudagsskúlin í Oyndarfirði
- Sunnudagsskúlin í Porkeri
- Sunnudagsskúlin í Rituvík
- Sunnudagsskúlin í Sandavági
- Sunnudagsskúlin í Sørvági
- Sunnudagsskúlin í Sumba
- Sunnudagsskúlin í Thabor í Fuglafirði
- Sunnudagsskúlin í Vági
- Sunnudagsskúlin í Vestmanna
- Sunnudagsskúlin í Vesturkirkjuni
- Tabor – missiónshúsið á Toftum
- Tabor Ung – Ungdómsmøti á Toftum
- Thabor – Missiónshúsið í Fuglafirði
- Ungdómsmøti á Sandi
- Ungdómsmøti á Skála
- Ungdómsmøti á Strondum
- Ungdómsmøti í Fuglafirði
Set teg í samband við títt staðbundna missións-/meinigheitshús fyri at frætta, hvar tørvur er á hondum og hjørtum.
Her byrja mong sína ferð í tænastuni — og ofta varnast ein, at ein fær nógv meira aftur, enn ein gevur.
Tæn í tí landsumfatandi arbeiðinum
Um tú ynskir at vera við í arbeiðinum á landsstigi, kanst tú seta teg í samband við:
- aðalskrivaran, Jákup Brusá,
- eina av okkara landsnevndarlimum.
Her eru uppgávur innan:
- fyriskipan og tiltøk
- bíbliuundirvísing
- samskifti og miðlaarbeiði (millum annað Trúboðan)
- legur, leiðaravenjing og samskipan
- diakoni og evangelisering
Týsdagstoymið
Hvønn týsdag savnast ein vaksandi toymi av sjálvbodnum í Nesvík. Her taka tey sær av einari rúgvu av praktiskum uppgávum. Samstundis gerast tey partur av einum góðum felagsskapi. Tað er ikki uttan orsøk, at starvsfólkini í Nesvík gleða seg serliga nógv at fara til arbeiðis týsdagin.
Týsdagstoymi á Facebook
Volontørur
Sum volontørur ert tú við í arbeiðinum í eitt ávíst tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiðnum sleppur taka lut í bæði praktiskum og andaligum uppgávum. Sum volontørur fær ein eina samsýning.
Hetta er ein góður møguleiki fyri at:
- vaksa í trúnni
- læra teg sjálvan betur at kenna
- royna teg í tænastuni
- búnast í ábyrgd og næstakærleika

Í løtuni hava vit volontørar í Íslandi, tó hava bæði miðlaarbeiðið og barnaarbeiðið í tíðarskeiðum havt volontørar í tænastu.
Set teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brusá, um tú kennir eitt kall til at gerast volontørur.
Fulltíðarstarv
Summi fáa eitt kall til at tæna fulla tíð.
Í løtuni hevur Heimamissiónin starvsfólk innan:
- missión
- ungdómsarbeiði
- børn og familjur
- umsiting
- samskifti og miðlar

Set teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brusá, og fá eitt prát við hann um, hvørjir møguleikar eru fyri at koma í starv.

