
Føroyska Sjómansmissiónin
Føroyar og fólk tess er óloysandi knýtt at havinum. Nógvir føroyingar hava sítt dagliga arbeiði og tilveru á havinum. Harafturat sigla nógvir útlendingar við føroyskum skipum, og mong útlendsk skip leggja at bryggju í Føroyum.
Sjómansmissiónin er til fyri at bera sjófólkinum gleðiboðskapin um Jesus og stimbra tey í trúnni á hann – samstundis sum gott menniskjaligt arbeiði verður gjørt. Arbeitt verður undir slagorðinum: “Við Guds orði og útrættum hondum”

Føroyska Sjómansmissiónin varð stovnað í 1918. Øll árini hevur hon virkað millum føroysk og útlendsk sjófólk, bæði í Føroyum og uttanlands. Gjøgnum skipsvitjanir, samrøður, andaktir, møtir, hugnaløtur, bøkur, geymar, bíbliuorð v.m. vil hon kunngera gleðiboðskapin um Jesus og stimbra tey, sum trúgva á hann.








Fylg Føroysku Sjómansmissiónini á sosialu miðlunum

Jólagávur til sjófólkið
Hvørt ár letur Sjómansmissiónin millum 1000-1200 jólapakkar til manningar við føroyskum skipum. Gávurnar koma frá kvinnum í sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða og lívga sjófólkið. Fyrst og fremst verður hugsað um sjófólkið, sum er burtur um jólini, men roynt verður at geva so mongum sum gjørligt. Jólapakkarnir eru til stóra gleði og hava sum oftast eina persónliga heilsan frá gevara og frá Gudi.
Andaktir umborð á skipum
Nøkur føroysk skip hava av og á møtir og andaktir umborð. Sjómanstrúboðarin hevur javnan Guds orð frammi í samband við vitjanir og roynir at stimbra teir, sum hava orðið frammi umborð. Menniskjan livir ikki av fiski og farmi eina – men eisini av Guds orði. Tí er gott og neyðugt at Guds orð verður lisið, boðað og sungið umborð.


Tilfar til skip og sjófólk
At Guds orð er livandi og máttmikið til trúgv á Jesus og til varðveitslu í trúnni, hevur frá byrjan sett sín dám á arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Tí eru Bíbliur, sang- og andaktsbøkur og aðrar kristiligar bøkur latnar umborð á skipini, til felags ella persónliga uppbygging. Seinnu árini eru bond, fløgur og geymar við kristiligum sangum og andaktum latin skipunum, saman við bíbliuorði, at heingja upp í messuni.
Sjómansmissiónin á Facebook og Instagram
Síðani 2015 hevur Føroyska Sjómansmissiónin verið á Facebook. Hetta er gott høvi at røkka sjófólkinum á nær- og fjarleiðum við góða orðinum um Jesus og við góðum tíðindum frá skipum, sjófólki og frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Hon hevur túsundtals fylgjarar – og er eisini á Instagram.


Minningarhald teirra sjólátnu
Sjómansmissiónin skipar á hvørjum ári fyri almennum Allahalganarhaldi tann 1. novembur á Vinnuháskúlanum og í Viðarlundini í Havn.

Stuðla Sjómansmissiónini
Vilt tú stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, kanst tú flyta eina gávu á kontu:
- Føroya Banki: 6460-151.120.5
- Betri Banki: 9181-497.551.2
Sjómanskvinnuringar
33 sjómanskvinnuringar eru um landið. Tær savnast vetrarhálvuna einaferð um mánaðin ella fjúrtanda hvønn dag. Á skránni er sangur, andakt, bøn, hugni, prát, drekka, søgur, frágreiðingar, vitjanir og annað gott.
Tær bera arbeiðið við forbøn, fíggjarligum stuðli og við at gera jólapakkar til sjófólkið. Harafturat eru ringarnir ein signing hjá staðbundna missiónsarbeiðinum.
Øll føroysk skip eru deild út til ringarnar at biðja fyri. Nakrir ringar hava vitjað umborð á skipum, tær biðja fyri. Einaferð um árið savnast ringarnir til stevnu í Nesvík og leiðslurnar til leiðarafund, sum skiftir millum bygdir. Allar kvinnur eru vælkomnar í sjómanskvinnuring.

Ein dagur saman við sjómanstrúboðaranum
Sjómanstrúboðarin vitjar umborð á skip og bátar við bløðum, bókum, sanggeymum og øðrum kristiligum tilfarið. Andaktir og møtir verða hildin umborð, tá høvi er til tess. Hann vitjar eisini sjómanskvinnuringarnar, hevur møtir, v.m.
Vilt tú vita meira?
Ynskir tú meiri kunning um arbeiðið, ella ynskir tú hjálp við at skipa andaktir umborð á skipi? Ella vilt tú fáa fatur á andligum tilfari til tykkara skip, ella kundi tú hugsa tær at hjálpt til við at vitja umborð á skipum?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við sjómanstrúboðaran.