Vit ynskja at gera atkomuligheit betur fyri øll í Leguhúsinum. Hetta inniber eisini, at øll hoyra væl, tá tey eru til møtir, fyrilestrar, bíbliutímar v.m.
Matarsalurin í Leguhúsinum hevur teleslyngu, men stóra høllin hevur ikki teleslyngu setta upp. Við at seta teleslyngu upp í høllini, kunnu fólk við hoyriapparati fáa ljóð frá talara beint í sítt hoyriapparat, so tey hoyra væl.
Kostnaðurin fyri installatión av teleslyngu til høllina er 25.000 kr.
Hvussu stuðli eg?
Ynskir tú at stuðla hesum, kanst tú flyta eina gávu á konto 6460-112.171.7 og viðmerkja ‘teleslynga’.
