
Gev eina gávu til okkara arbeiði
Størsti parturin av okkara arbeiði verður borin av gávum og sjálvbodnum arbeiði. Vilt tú vera við at bera missiónsarbeiðið fram á leið, kanst tú geva eina gávu til arbeiði niðanfyri.
{{title}}
{{description}}
Vel upphædd
- {{err}}
{{title}}
Her kanst tú geva eina peningaliga stuðulsgávu til okkara arbeiði.
- {{err}}
Tá ið tú hevur goldið, kemur tú aftur á heimasíðuna hjá okkum.
Vilt tú flyta gávu umvegis banka?
So kanst tú flyta peningin á konto 6460-151.376.3 og viðmerkja ‘Gáva’.

Ver við at bera missiónsarbeiðið við at lata fasta mánaðargávu
Tú kanst eisini saman við fleiri hundrað øðrum vera ein fastur stuðul av okkara missiónsarbeiði við at lata eina fasta mánaðargávu. Hetta hjálpir okkum at leggja arbeiðið meira til rættis.
Hví geva eina gávu til Heimamissiónina?

Fjølbroytt arbeiði til allar aldursbólkar
Hvørt ár koma fleiri túsund børn, ung, familjur, eldri, kvinnur, menn v.m. til okkara legur og tiltøk. Harafturat virka vit fyri at stuðla staðbundnum arbeiðum kring landið, sum eitt nú samla eini 1500 børn og ung hvørja viku til sunnudagsskúlar, junior og ungdómsmøtir.
Vit hava eisini trúboðarar, sjómansmissión, barna- og familjuarbeiði, ungdómsarbeiði, forlag við nethandli, Leguhúsið í Nesvík, Trúboðan, bíbliulesiætlan til ung, Sunnudagsblaðið, sangfagnað fyri børn og mangt annað. Alt hetta verður í stóran mun borið av gávum og sjálvbodnum.
👉 Ver við at bera hetta arbeiðið við at geva eina gávu ella gerast fastur mánaðarstuðul.
Hjálp okkum framhaldandi at menna Leguhúsið í Nesvík
Við útbyggingini í 2019 tók Leguhúsið eitt stórt stig frameftir. Tvær nýggjar kamarslonir og ein glæsilig ítróttar- og samkomuhøll hava opnað fyri enn fleiri møguleikum í leguhúsinum.
Men vit hava framvegis nógvar dreymar og stórar ambitiónir um framhaldandi at menna leguhúsið, sum hvørt ár er til signing fyri so mong børn, ung og vaksin. Og nógv sjálvboðin gera eitt stórt arbeiði við støðugt at menna leguhúsið, men tað kostar eisini pengar at keypa tilfar og at gjøgnumføra størri verkætlanir.


Spennandi strategi komandi árini
Á vári 2025 løgdu vit fram nýggja strategi fyri komandi árini, har vit vilja seta fokus á hesi 7 innsatsøkir:
- Styrkja ungdómsarbeiðið
- Styrkja barna- og familjuarbeiðið
- Møta menniskjum við umsorgan
- Bera gleðiboðskapin til øll fólkasløg
- Kalla lærusveinar til tænastu
- Menna leiðarar til kristiliga arbeiðið
- Styrkja einleikan í rørsluni
Okkurt verður longu gjørt væl við verandi virksemi, men vit hava eisini ætlanir um átøk, ið krevja meira fígging til okkara arbeiði. Tín gáva hjálpir okkum fram á leið við hesum.
Vilt tú vita meira?
Um tú vilt frætta meira um, hvussu tú kanst stuðla missiónsarbeiðinum fíggjarliga, ella um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til fíggjarleiðaran.