Hjúnarlega
Kom við á hjúnavikuskifti
Í einum gerandisdegi, fyltur við arbeiði, børnum, skúla, nógvum smáum og størri avgerðum, kann tað tykjast trupult at finna pláss og tíð til at hjúkla um hjúnabandi.
Tí bjóða vit tykkum við á eitt hjúnavikuskiftið, sum verður í Nesvík 17.–19. apríl, har fokus er sett á tað, sum styrkir og lyftir samveruna. Hetta er eitt vikuskifti, har tit fáa loyvi og møguleikan at steðga á og fáa íblástur til lívi, sum hjún.
Tað vera tríggir áhugatímar:
Lívið, tá reiðrið er fult v/ Helenu Hansen og Janusi Trúgvason
Lívið, tá reiðrið tømist v/ Birnu og Alfredi Petersen
Lívið, tá avbjóðingar møta v/ Anniku og Gunnari Christiansen
Tað verður pláss fyri hugnaligum løtum, bæði millum tykkum, sum hjún, og saman við øðrum hjúnunum. Harumframt verður góður matur borðreiddur alt vikuskiftið, sum setur prikkin yvir i’ið
Tiltakið byrjar fríggjakvøldi 17. apríl og endar sunnudagin við eini hjúnagudstænastu.
Tilmeldingarfreist: 12. Apríl.