Hvat kanst tú gera?

At tæna Gudi og at ferðast við Guði

Tá ið Gud kallar okkum at tæna, kallar hann okkum ikki inn í eina fast læsta støðu, men á eina mennandi ferð.

Í Bíbliuni síggja vit aftur og aftur, at menniskju vaksa, tá ið tey ganga saman við Gudi: í trúnni, í lyndi, í fatanini av hvør Gud er, og í gleðini yvir at síggja, hvussu hann virkar í einum vanligum mannalívi.

Soleiðis er tað eisini hjá okkum í Heimamissiónini. Tænasta snýr seg ikki bara um at “geva”. Í tænastuni upplivir ein eisini at fáa sera nógv:

  • vísdóm
  • royndir
  • gleði
  • samfelag
  • djúpari samband við Gud
  • eina sterkari kenslu av, at Gud veruliga virkar millum menniskju í dag

    Gud brúkar menniskju — og samstundis sum hann brúkar okkum, myndar hann okkum.


    Gerst sjálvboðin í tínum staðbundna missións- ella meinigheitshúsi

    Sjálvboðin eru ein avgerandi leiklutur av lívinum í missións- og meinigheitshúsum kring alt landið.

    Tú kanst t.d. hjálpa við:

    • praktiskum uppgávum
    • sangi og tónleiki
    • barna- og ungdómsarbeiði
    • møtileiðslu ella forbøn
    • kaffi, køki og felagsskapi
    • smábólkum ella vitjanartænastu
    • Bethania – Missiónshúsið í Gøtu
    • Bønhúsið á Hellunum
    • Bønhúsið í Ørðavík
    • Bønhúsið í Søldarfirði
    • GLÓÐ – Ungdómsmøti í Gøtu og Leirvík
    • GLÓÐ – Ungdómsmøti í Gøtu og Leirvík
    • GMH Ung – Ungdómsmøti á Glyvrum
    • Junior á Skála
    • Junior á Strondum
    • Junior á Toftum
    • Junior á Tvøroyri
    • Junior í Fuglafirði
    • Junior í Havn
    • Junior í Hvalvík
    • Junior í Hvannasundi
    • Junior í Klaksvík
    • Junior í Leirvík
    • Junior í Miðvági og Sandavági
    • Junior í Porkeri
    • Junior í Sørvági
    • KFUM&K í Klaksvík
    • KOMA – Kirkja og missiónshúsið á Argjum
    • Meinigheitshúsið á Skála
    • Meinigheitshúsið í Havn
    • Meinigheitshúsið í Sandavági
    • Meinigheitshúsið í Vági
    • Missiónshúsið á Eiði
    • Missiónshúsið á Glyvrum
    • Missiónshúsið á Sandi
    • Missiónshúsið á Selatrað
    • Missiónshúsið á Strondum
    • Missiónshúsið á Tvøroyri
    • Missiónshúsið á Viðareiði
    • Missiónshúsið í Æðuvík
    • Missiónshúsið í Hovi
    • Missiónshúsið í Hvalba
    • Missiónshúsið í Hvalvík
    • Missiónshúsið í Kollafirði
    • Missiónshúsið í Leirvík
    • Missiónshúsið í Miðvági
    • Missiónshúsið í Nólsoy
    • Missiónshúsið í Oyndarfirði
    • Missiónshúsið í Porkeri
    • Missiónshúsið í Rituvík
    • Missiónshúsið í Skálavík
    • Missiónshúsið í Skopun
    • Missiónshúsið í Sørvági
    • Missiónshúsið í Sumba
    • Missiónshúsið í Vestmanna
    • SALT – Ungdómsmøti í Havn
    • Sunnudagskúlin í Meinigheitshúsinum í Havn
    • Sunnudagsskúlin á Argjum
    • Sunnudagsskúlin á Eiði
    • Sunnudagsskúlin á Sandi
    • Sunnudagsskúlin á Skála
    • Sunnudagsskúlin á Strondum
    • Sunnudagsskúlin á Toftum
    • Sunnudagsskúlin á Tvøroyri
    • Sunnudagsskúlin á Viðareiði
    • Sunnudagsskúlin í Fuglafjarðar Kirkju
    • Sunnudagsskúlin í Bø
    • Sunnudagsskúlin í Emmaus í Klaksvík
    • Sunnudagsskúlin í Glyvra Kirkju
    • Sunnudagsskúlin í Gøtu
    • Sunnudagsskúlin í Hoyvíkarkirkju
    • Sunnudagsskúlin í Hvalba
    • Sunnudagsskúlin í Hvalvík
    • Sunnudagsskúlin í Hvannasundi
    • Sunnudagsskúlin í KFUM&K í Klaksvík
    • Sunnudagsskúlin í Kollafirði
    • Sunnudagsskúlin í Kvívík
    • Sunnudagsskúlin í Leirvík
    • Sunnudagsskúlin í Miðvági
    • Sunnudagsskúlin í Oyndarfirði
    • Sunnudagsskúlin í Porkeri
    • Sunnudagsskúlin í Rituvík
    • Sunnudagsskúlin í Sandavági
    • Sunnudagsskúlin í Sørvági
    • Sunnudagsskúlin í Sumba
    • Sunnudagsskúlin í Thabor í Fuglafirði
    • Sunnudagsskúlin í Vági
    • Sunnudagsskúlin í Vestmanna
    • Sunnudagsskúlin í Vesturkirkjuni
    • Tabor – missiónshúsið á Toftum
    • Tabor Ung – Ungdómsmøti á Toftum
    • Thabor – Missiónshúsið í Fuglafirði
    • Ungdómsmøti á Sandi
    • Ungdómsmøti á Skála
    • Ungdómsmøti á Strondum
    • Ungdómsmøti í Fuglafirði

    Set teg í samband við títt staðbundna missións-/meinigheitshús fyri at frætta, hvar tørvur er á hondum og hjørtum.

    Her byrja mong sína ferð í tænastuni — og ofta varnast ein, at ein fær nógv meira aftur, enn ein gevur.


    Tæn í tí landsumfatandi arbeiðinum

    Um tú ynskir at vera við í arbeiðinum á landsstigi, kanst tú seta teg í samband við:

    • aðalskrivaran, Jákup Brusá,
    • eina av okkara landsnevndarlimum.

    Her eru uppgávur innan:

    • fyriskipan og tiltøk
    • bíbliuundirvísing
    • samskifti og miðlaarbeiði (millum annað Trúboðan)
    • legur, leiðaravenjing og samskipan
    • diakoni og evangelisering

    Týsdagstoymið

    Hvønn týsdag savnast ein vaksandi toymi av sjálvbodnum í Nesvík. Her taka tey sær av einari rúgvu av praktiskum uppgávum. Samstundis gerast tey partur av einum góðum felagsskapi. Tað er ikki uttan orsøk, at starvsfólkini í Nesvík gleða seg serliga nógv at fara til arbeiðis týsdagin.
    Týsdagstoymi á Facebook


    Volontørur

    Sum volontørur ert tú við í arbeiðinum í eitt ávíst tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiðnum sleppur taka lut í bæði praktiskum og andaligum uppgávum. Sum volontørur fær ein eina samsýning.

    Hetta er ein góður møguleiki fyri at:

    • vaksa í trúnni
    • læra teg sjálvan betur at kenna
    • royna teg í tænastuni
    • búnast í ábyrgd og næstakærleika

    Í løtuni hava vit volontørar í Íslandi, tó hava bæði miðlaarbeiðið og barnaarbeiðið í tíðarskeiðum havt volontørar í tænastu.

    Set teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brusá, um tú kennir eitt kall til at gerast volontørur.

    Fulltíðarstarv

    Summi fáa eitt kall til at tæna fulla tíð.
    Í løtuni hevur Heimamissiónin starvsfólk innan:

    • missión
    • ungdómsarbeiði
    • børn og familjur
    • umsiting
    • samskifti og miðlar

    Set teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brusá, og fá eitt prát við hann um, hvørjir møguleikar eru fyri at koma í starv.