
Miðlamissión
Gleðiboðskapurin boðaður við orðum, ljóði, myndum og talgildum felagsskapum.
Talgild boðan – vit vilja vera, har fólkið er
Nógv okkara síggja heimin umvegis fartelefonina ella telduna. Tí er miðlamissión ein natúrligur longdur armur av tí, vit vilja:
- at vera ein álitandi kristin rødd í almenna orðaskiftinum
- at seta kristin virðir á dagsskránna
- at stuðla fólki í teirra trúarlívi
- at deila vón og vegleiðing
Við miðlamissión er gjørligt at røkka fólk, ið annars ikki koma í missións- og meinigheitshús — men kortini leita eftir lívsins endamálið.


Trúboðin
Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Har verður kunnað um fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður eisini lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Sostatt er Trúboðin, eins og navnið sigur, ein av trúboðarunum, ið røkkur longst út og hevur ein tann størsta lesaraskaran.
Finn okkum á sosialu miðlunum
Poddvarp, undirvísing og ljóðbøkur
Sjónvarp og filmssendingar
Vit framleiða eisini kristiligar sendingar, andaktir, sangupptøkur v.m. til sjónvarp og netrásir.
Vigeland
Í 2023 vóru stór vekingarmøtir hildin í Vigeland í Noregi. Ólavur Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen vóru við til møtini. Í sendingini eru brot frá møtunum, og millum møtini tosa teir báðir um tað, teir høvdu verið vitni til.
Taborkórið 25 ár
Hóskvøldið 30. oktobur 2025 kl. 19.00 var føðingardagskonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tá sang kórið eldri og nýggjari sangir og hátíðarhelt og takkaði fyri 25 signaði ár.
Týðandi Orð
Týðandi Orð er heimildarfilmur, ið sigur søguna um arbeiðið við at týða Bíbliuna til føroyskt. Hetta byrjar við bíbliutýðingini hjá Schrøter frá 1822.
Annað tilfar

Sunnudagsblaðið
Endamálið við Sunnudagsblaðnum, sum hevur gott 80 ár á baki, er at bera fólki eitt gott og stutt orð at hugsa um til andaliga uppbygging. Blaðið verður borið út til nærum øll húsarhald kring landið av sjálvbodnum. Onkrastaðni verður blaðið lagt fram í kirkjuni ella missiónshúsinum, so fólk sjálv kunnu fáa sær blaðið. Harumframt liggur blaðið eisini frammi á sjúkrahúsum, ellisheimum, umborð á skipum og aðrastaðni.
Vilt tú vita meira?
Miðlatrúboðarin samskipar og leggur til rættis miðlavirksemi eitt nú við at skriva greinar og bloggar, framleiða sjónbond og taka myndir til tiltøk – og afturat honum eru sjálvboðin, sum hjálpa til á ymsan hátt.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við miðlatrúboðaran við hugskotum ella ynskjum — ella um tú vilt gerast partur av okkara sjálvbodna miðlatoymi.





