Missión í Føroyum

Vit vilja, at menniskju kring alt landið fáa høvi til at taka ímóti Jesusi sum sínum frelsara og harra.

Okkara arbeiði byrjar í staðbundnu missións- og meinigheitshúsunum kring landið, sum eru ryggurin í okkara arbeiði. Her koma fólk saman um bøn, boðan, læru, sang og felagsskap. Her finna vit stuðul, tá ið lívið gerst svárt, og onkran at samgleðast við — og tað er haðani, at missiónin røkkur víða út um alt landið.

  • Bethania – Missiónshúsið í Gøtu
  • Bønhúsið á Hellunum
  • Bønhúsið í Ørðavík
  • Bønhúsið í Søldarfirði
  • KFUM&K í Klaksvík
  • KOMA – Kirkja og missiónshúsið á Argjum
  • Meinigheitshúsið á Skála
  • Meinigheitshúsið í Havn
  • Meinigheitshúsið í Sandavági
  • Meinigheitshúsið í Vági
  • Missiónshúsið á Eiði
  • Missiónshúsið á Glyvrum
  • Missiónshúsið á Sandi
  • Missiónshúsið á Selatrað
  • Missiónshúsið á Strondum
  • Missiónshúsið á Tvøroyri
  • Missiónshúsið á Viðareiði
  • Missiónshúsið í Æðuvík
  • Missiónshúsið í Hovi
  • Missiónshúsið í Hvalba
  • Missiónshúsið í Hvalvík
  • Missiónshúsið í Kollafirði
  • Missiónshúsið í Leirvík
  • Missiónshúsið í Miðvági
  • Missiónshúsið í Nólsoy
  • Missiónshúsið í Oyndarfirði
  • Missiónshúsið í Porkeri
  • Missiónshúsið í Rituvík
  • Missiónshúsið í Skálavík
  • Missiónshúsið í Skopun
  • Missiónshúsið í Sørvági
  • Missiónshúsið í Sumba
  • Missiónshúsið í Vestmanna
  • Tabor – missiónshúsið á Toftum
  • Thabor – Missiónshúsið í Fuglafirði

SAMAN í bøn

Missiónsfólk úr øllum landinum koma 4 ferðir árliga saman í bøn um veking í okkara landi, fyri okkara grannalondum og fyri teimum ónáddu fólkasløgunum.

Bønarkvøld í 2027

  • 15. februar 2027
  • 10. mai 2027
  • 23. august 2027
  • 15. november 2027

Trúboðarar kring landið

Hvat gera trúboðararnir?

  • Boðan og bíbliu undirvísing
  • Samtalur og heimavitjan
  • Bøn og andaligur stuðul
  • Møtir og tiltøk til børn, ung, familjur og eldri
  • Samband og samstarv ímillum staðbundnu meinigheitirnar

Okkara løntu trúboðarar eru virknir úti um landið. Teir vitja menniskju og meinigheitir, boða, undirvísa og stuðla bæði leiðarum og sjálvbodnum. Teir standa lið um lið við menniskju, tá talan er um andaliga styrkjan, eggjan og uppbyggjan. Harafturat hava nakrir av trúboðarum eina serskilda uppgávu innan ávísar arbeiðsgreinar.

Sjómanstrúboðarin hevur sína dagligu gongd millum sjófólk, bæði til sjós og á havnunum. Hann boðar evangeliið, og knýtir samband við menniskju, ið oftani brúka langa tíð burturi frá familju og heimi.

Miðlatrúboðarin arbeiðir við talgildari missión, og at menna miðlarnar hjá Heimamissiónini, ið bera evangeliið út um alt landið. Við greinum, podvarpum, sjónbondum og talgildu miðlunum røkka vit víða um, og styrkja trúðarlívið, gerandisdagin hjá tí einstaka, og tey kristnu virðini í samfelagnum.

Fá eitt prát við ein av okkara trúboðarum

Tørvar tær hjálp ella íblástur til at leggja lokala arbeiðið til rættis, ella ynskir tú eitt prát um trúarlív, andlig viðurskifti ella hevur tú spurningar um kristnu trúnna. So ert tú vælkomin at venda tær til ein av okkara trúboðarum.

Carsten Fonsdal Mikkelsen
Skála

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Miðlatrúboðari
Tel: 535332
Pól Johannesen
Klaksvík

Pól Johannesen

Trúboðari, norðurøkið
Tel: 212480
Jógvan Højgaard
Tvøroyri

Jógvan Højgaard

Trúboðari, suðurøkið
Tel: 223313
Torleif Johannesen
Nes

Torleif Johannesen

Sjómanstrúboðari
Tel: 229024

Sang & Tónleikur

Sangur bindur ættarlið saman. Hann lærir børn trúarinnar mál, hann ber vaksin gjøgnum bæði ljósar og myrkar dagar, og hann hjálpir eldri at minnast Guds trúfesti. Tónleikurin gevur orðunum veingir og ger at evangeliið er til staðar í heimum, í meinigheitum og í missiónshúsum kring alt landið.

Tí eru sangur og tónleikur ikki bara ein arbeiðsgrein í Heimamissiónini — tað er ein partur av okkara lívi og andadrátti. Tað er við hesum, at vit deila trúnna, styrkja felagsskapin og halda søguni á lívi.

Vit arbeiða tí fyri at menna og stuðla sang-, tónleika- og kórarbeiðið í staðbundnu arbeiðunum, og skipa fyri sangskeiðum, festivalum o.l., ið stimbra undir sang- og tónleikamenning í Heimamissiónini og boðan av Guds orði ígjøgnum sang.