
Ápostólska trúarjáttanin
Hin ápostolska trúarjáttanin setur orð á kjarnuna í kristnu trúnni. Hon sigur frá Gudi Faðiri, Jesusi Kristi og Heilaga Andanum, og um tað, sum Gud hevur gjørt og framvegis ger fyri okkum. Í ættarlið eftir ættarlið hava kristin játtað hesa trúgv, og hon er framvegis ein sjálvsagdur partur av kirkjunnar lívi.
Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.
Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
Og á Jesus Kristus, Guds einborna son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niðurfarin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.
Eg trúgvi á Heilagan Anda, eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Amen.