Játtanarritini

Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum byggir arbeiði sítt á Bíbliuna og á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Hvørji eru so hesi játtanarrit?

Tey fimm játtanarritini eru ikki omanfyri Bíbliuna, men hjálpa okkum at skilja Bíbliuna og taka saman um kjarnuna í kristnu trúnni. Trý teirra eru frá fornkirkjuni og bera vitnisburð um ta trúgv, sum kristin hava játtað í nærum 2000 ár. Tvey teirra eru frá trúbótini í 1500-talinum og greiða frá, hvussu lutherska kirkjan skilir og livir hesa somu trúgv.