
Børn og familjur
Gleðiboðskapurin til alla familjuna
Vit vilja, at alt húskið skal hava møguleikan at trúgva á Jesus.
Gjøgnum sunnudagsskúlar, legur, familjutiltøk, miðlar og annað virksemi vilja vit hjálpa børnum og familjum at læra Jesus at kenna, vaksa í trúnni á hann, og fylgja honum alt lívið.








Legur

Summarlegur
Í meira enn 60 ár hava summarlegurnar hjá Heimamissiónini savnað børn úr øllum landinum. Hvørt summar savnast hundraðtals børn til dagar við felagsskapi, aktivitetum, sangi, spæli, ítrótti og boðskapinum um Jesus.
Legurnar verða í dag hildnar í Nesvík, á Giljanesi, í Porkeri og í Dali, og fyri mong eru tær eitt av hæddarpunktunum í árinum. Her verða nýggj vinabond knýtt, trúgvin styrkt, og minnir skapt, sum ofta fylgja luttakarunum langt fram í lívið.
Juniorlegur
Juniorlegur eru fyri børn úr 5.-7. flokki. Ein stór juniorlega er í Leguhúsinum í Nesvík um februar/mars og varar í eitt samdøgur. Her koma børn úr øllum landinum saman til stuttleika og bíbliuundirvísing.


Familjulegur
Ígjøgnum árið skipa vit fyri ymsum legum fyri familjuna. Hetta kann vera fyri alla familjuna, familjur við tannáringum, støk, ommur og abbar við børnum, o.s.fr. Endamálið við hesum legum er at geva familjum møguleika at hugna sær saman við øðrum familjum, samstundis sum tey kunnu vaksa í trúnni saman sum familja.
Sangfagnaður
Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum. Sangfagnaðurin er hósdag til leygardag í heystfríðtíðini fyri børn í 3.-7. flokki.

Sunnudagsskúlar
Kring landið eru 30+ sunnudagsskúlar, ið eru knýttir at barnaarbeiðinum hjá Heimamissiónini. Hvørja viku eru sunnudagsskúlar í kirkjum og missións- og meinigheitshúsum kring landið.
- Sunnudagskúlin í Meinigheitshúsinum í Havn
- Sunnudagsskúlin á Argjum
- Sunnudagsskúlin á Eiði
- Sunnudagsskúlin á Sandi
- Sunnudagsskúlin á Skála
- Sunnudagsskúlin á Strondum
- Sunnudagsskúlin á Toftum
- Sunnudagsskúlin á Tvøroyri
- Sunnudagsskúlin á Viðareiði
- Sunnudagsskúlin í Fuglafjarðar Kirkju
- Sunnudagsskúlin í Bø
- Sunnudagsskúlin í Emmaus í Klaksvík
- Sunnudagsskúlin í Glyvra Kirkju
- Sunnudagsskúlin í Gøtu
- Sunnudagsskúlin í Hoyvíkarkirkju
- Sunnudagsskúlin í Hvalba
- Sunnudagsskúlin í Hvalvík
- Sunnudagsskúlin í Hvannasundi
- Sunnudagsskúlin í KFUM&K í Klaksvík
- Sunnudagsskúlin í Kollafirði
- Sunnudagsskúlin í Kvívík
- Sunnudagsskúlin í Leirvík
- Sunnudagsskúlin í Miðvági
- Sunnudagsskúlin í Oyndarfirði
- Sunnudagsskúlin í Porkeri
- Sunnudagsskúlin í Rituvík
- Sunnudagsskúlin í Sandavági
- Sunnudagsskúlin í Sørvági
- Sunnudagsskúlin í Sumba
- Sunnudagsskúlin í Thabor í Fuglafirði
- Sunnudagsskúlin í Vági
- Sunnudagsskúlin í Vestmanna
- Sunnudagsskúlin í Vesturkirkjuni
Junior-bólkar kring landið
Kring landið eru 10+ juniorbólkar, ið eru knýttir at juniorarbeiðinum hjá Heimamissiónini. Hvørja viku eru juniormøtir í missións- og meinigheitshúsum kring landið.
- Junior á Skála
- Junior á Strondum
- Junior á Toftum
- Junior á Tvøroyri
- Junior í Fuglafirði
- Junior í Havn
- Junior í Hvalvík
- Junior í Hvannasundi
- Junior í Klaksvík
- Junior í Leirvík
- Junior í Miðvági og Sandavági
- Junior í Porkeri
- Junior í Sørvági

✨Spírar framleiðir kristiligt barnatilfar við sjónvarpsrøðum, teknifilmum, sangum og øðrum kreativum tilfari. Ókeypis, føroyskt og mennandi innihald til børn! 💖😀
Spírar
Spírar hevur sum endamál at geva børnum dygdargott, læruríkt og sansastimbrandi føroyskt mentanartilfar við støði í bíbliusøgum og kristnu siðalæruni. Áleið 120 sjálvboðin eru við í Spíraarbeiðinum, og ein rúgva av tilfari er framleitt seinastu árini, sum er frítt og lætt atkomuligt fyri børn á netinum – barnasendingar, sjónbandaløg, karaoke, sunnudagsskúlasangir, kreativa hornið, framløgur v.m. Spírar hevur eisini verið at sæð í Kringvarpinum, í Barnablaðnum, til gudstænastur, møtir og onnur tiltøk.
Barnaringar og kór
Nøkur staðbundin barnaarbeiðir kring landið skipa fyri øðrum virksemi millum børn. Hetta kann vera í sangi, leiki ella øðrum serligum endamáli sum t.d. at stuðla verkætlanum í altjóða missión. Barnakór eru eisini ein góðurháttur at samla børn at syngja um tað besta – Jesus.
Familjan
Eindin er familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Grundtankin í Eindini er, at familjan er minsta eind í samfelagnum og grundarsteinur í, hvussu einstaki samfelagsborgarin trívist.
Sum kjarni í samfelagnum er hjúnalagið, og familjulívið annars, undir áhaldandi trýsti frá virðisbroytingum, og tí er neyðugt at styrkja einstøku lítlu eindina. Umframt arbeiðið millum hjún og barnafamiljur, umfatar Eindin eisini arbeiðið millum støk.

Leiðaramenning
Góðir leiðarar eru av allarstørsta týdningi fyri eitt gott sunnudagsskúla- og juniorarbeiði. Tí leggja vit stóran dent á at menna leiðarar í staðbundnu arbeiðunum. Annaðhvørt ár skipa vit fyri ráðstevnufyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar. Fleiri hundrað sunnudagsskúlalærarar kring landið brúka eisini ein Facebook bólk sum platform fyri at sparra um arbeiðið.
SAT-7
Gleðiboðskapurin og hjálp til børn í Miðeystri og Norðurafrika
Í nógv ár hava børn í sunnudagsskúlum kring Føroyar verið við til at stuðla arbeiðinum hjá SAT-7 við innsavningum og øðrum átøkum. Soleiðis fáa børnini ein møguleika at vera við í altjóða missiónsarbeiði og hjálpa øðrum børnum og familjum at fáa vón, hjálp og nýggjar møguleikar. Heimamissiónin hevur stuðlað arbeiðinum hjá SAT-7 í nógv ár og hevur síðan 2020 verið offisiellur SAT-7 partnari.
SAT-7 arbeiðir í Miðeystri og Norðurafrika gjøgnum sjónvarp, sosialar miðlar og talgildar pallar. Umframt kristiligar sendingar sendir SAT-7 undirvísing til børn og ung, sum ikki hava atgongd til vanliga skúlagongd, gevur ráðgeving og stuðul til familjur og arbeiðir fyri betri sálarheilsu, javnrætti, sosialari menning og vón hjá menniskjum í truplum umstøðum.
Seinastu árini hevur Føroya Landsstýri harumframt latið menningarhjálp til fleiri vælgerandi verkætlanir hjá SAT-7 umvegis Kirkjuligu Heimamissiónina. Hesar verkætlanir hava serliga verið ætlaðar børnum og ungum í fátækum, krígsraktum og útsettum økjum, har tørvurin á útbúgving, lívsførleikum og vón er stórur.
Vit gleðast um, at føroysk børn gjøgnum sínar gávur og bønir kunnu vera við í hesum týdningarmikla arbeiði.
Stuðla arbeiðinum hjá SAT-7 við at flyta eina peningagávu á konto 6460-182.900.0 og viðmerkja ‘SAT-7’.
Vilt tú vita meira?
Vælkomin at seta teg í samband við eitt av okkara starvsfólkum innan barna- og familjuarbeiðið
Vivian Ole-Jacobsen
Landsnevndin fyri barna- og familjuarbeiðið





