1. Ójavnt Harrin gávur býtir,
ein fær færri, annar fleir;
hvør, sum væl tær gávur nýtir,
honum vil Gud geva meir;
víst vit fingu øll so frægt,
at um vit tað nýta rætt,
heim til Guds vit skulu náa,
ævigt lív og sælu fáa.
2. Harrans dagar latir stjala,
mangur lívið burtur svav;
illgerð er í mold at fjala
evni tey, sum Gud tær gav. 1)
Hav Gud við í hvørji gerð,
eydnast má tá væl tín ferð;
betur røkt ein sál man vera,
betri vøkstur man hon bera.
3. Ganga kanst tú fram í trygdum,
gevur tú teg í Guds hond,
víða hvar í heimsins bygdum
hjálp hans altíð er í nánd.
Vík tú ikki av hans veg,
sjálvur vil hann styðja teg,
loysa av tær tínar syndir,
leiða teg til himlagrindir.
4. Faðir, lat meg vegin finna
til títt sæla himlaheim;
kann eg aðrar við mær vinna –
o, tá fekk eg hægsta gleim!
Gev Gud, at vit fáa øll
sess í tíni ljósu høll,
eftir heimsins stríð har hvíla,
prísa árla tær og síðla.
Yrkjari: Mikkjal D. á Ryggi
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir