F           A                 Dm
1. Í sunn'dagsskúla so glað vit fara,
            Gm      E7     A
tí sangur ljóma so vakurt har;
         Dm       C     F
um Jesuspápa vit meira læra;
      C    Dm      Gm    A
og einglar eru tá okkum nær,
    Dm     C F    Gm  C  F
og einglar eru tá okkum nær.
2. Í sunn'dagsskúla vit vilja sita
so still og lurta, tí eingin kann
um Jesus fáa ov nógv at vita;
:/: á rætta vegin oss leiðir hann:/:
3. Vit vilja sita so glað og syngja
um barnavinin, sum sigur vann.
Um nøkur sorg man várt hjarta tyngja,
:/: eitt orð um Jesus oss troysta kann :/:
4. Eg veit, at JEsus, mín vinur góði,
hann elskar meg og øll børn í verð.
Hann hevur offrað sítt dýra blóðið,
:/: til vára frelsu tað runnið er :/:
            
            
                
                Yrkjari: Borghild Matras
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir