Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Í gjár, í dag, ja alla tíð (nr. 330)

D
Í gjár, í dag, ja, alla tíð 
     G          D
hin sami Jesus er,
                                  E     A
hann hjálpir tær, tá ið tú ert í neyð. 
    D                  
Tá syndabyrðan tyngir teg, 
      G            D
hann kemur tær so nær, 
             Bm    Em       A       D      D7
tí hann vil bjarga tær frá synd og deyð.

      G 
Hann livir, ja, hann livir, 
     D
kann aldri doyggja meir,
    G
og fyri tær hann biðjur 
     D          A
til Gud í Himlinum.
     D
Ein náðikelda rein og klár 
       G             D
hans krossi rennur frá,
              Bm
so tann, sum trýr, 
     Em       A     D
skal lív frá honum fá.

2. Hin niðurboygda reisur hann, 
hin veiki finnur kraft! 
Hin vónleysi kann syngja sigurssang. 
Tey blindu síggja, deyvu hoyra, 
hin halti ganga kann,
tey prísa vilja Jesus fram um alt.

3. Gud býtir sínar gávur út 
til tey, sum hava trúgv,
so Jesu navnið dýrd og heiður fær.
Tá fær hin jarðarbundna trúgvin 
lív í yvirflóð, 
tí Jesus er í orðinum tær nær.




            
Yrkjari: Åge Samuelson
Umsett: Hjørleif Gaard



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-