Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Á lívsleið eg sigldi

1. Á lívsleið eg sigldi men spurdi ei hvar.
Tó mongum eg fylgdi, sum sigldu mær nær.
Vit hugsaðu ei um okkara leið
- bert framá várt foldarskeið.

2. So ein dag eg hoyrdi: Hvar endar tín ferð?
Tá greitt tað mær gjørdist, eg skal út úr verð.
Hvat land man eg ná og móttøku fá?		
Ei vendast kann um aftur tá.

3. Í neyð eg mær vendi til Jesus í bøn
og neyðarróp sendi, tí ljót verður løn.
Skal dóm mín eg fá, eg sekur má stá,
- í glatan um ævir skal gá.

4. Tá rópti eg, Jesus, tú loðsur mín ver,
ja, frels meg, mín Jesus, og stýr míni ferð!
Tí blóð títt, sum rann, tað frelsa væl kann
burtvilstan og syndigan mann.

5. Nú syngi eg glaður, tí leiðin er røtt,
og vitni tað sælur, um bylgjan er brøtt:
- At Jesus er mín og vil verða tín,
hann leiða vil øll heim til sín.


            
Yrkjari: Orð: Torleif Johannesen 1995 Lag: Jón Magnus Joensen.




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-