Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Á hvør ein morgun (See what a morning)

Intro (2x)
C G/C F/C G/C

   C           G/C      F/C     C
1. Á hvør ein morgun, skínandi dýrd
 G      Am F     C/E F  C/G   G 
Morgunglæman ber vón í Jerusalem
 C          G/C   F/C        C
Samanløgd klæði, upplýst er grøv
 G       Am  F     C/E     F      C/G   G
Einglar kunngera hátt: ‘Kristus risin er’
C/E      F      C
Sí frelsuætlan Guds
 F     C   F     C/E
Kærleikin kom í heim
F     C/G    G
Offurlambið var
C/E            F   C
Fullgjørt við Jesusi
F        C/E     F      C/G  G       C  
Tí hann livir, Kristus risin er úr grøv

2. Maria grætur, ‘Hvar liggur hann?’
Djúpt í sorg gongur hon
burt frá tómu grøv
Hon hoyrir rødd kalla, hennara navn
Tað er Meistarin, Harrin sum talaði
Ein rødd við vísdómi
Talar lív, birtir vón, veitir okkum frið
Í ævir ljóða skal
Tí hann livir, Kristus risin er úr grøv

3. Eitt við Tín Faðir, ævigur Gud
Halgi Andin ger trúgv vára livandi
Heiður og signing, tøkkin og dýrd
Krýndur Kongur vár, ræður í hásæti
Við honum risin vit
Kærleikin yvirvann, Kristus sigrar
Við honum sigra vit
Tí hann livir, Kristus risin er úr grøv

            
Yrkjari: Keith Getty / Stuart Townend
Umsett: Sirikit Jacobsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-