1. Yvir Betlehem á nátt, halleluja
hoyrdist einglasongur hátt, halleluja.
Moyggj í heimin barnið bar,
tað, sum av Gudi lovað varð.
Halleluja, halleluja, halleluja.
2. Stjørna bjørt á himni stóð, halleluja
vísmenn eltu hennar slóð, halleluja
fóru inn í lítið fjós, 
funnu har barnið, lívsins ljós.
Halleluja, halleluja, halleluja.
3. Hirðar fóru seyði frá, halleluja,
funnu barn, sum reivað lá, halleluja. 
Lomb og úlvar lið um lið
nutu tann sæla náttarfrið.
Halleluja, halleluja, halleluja.
4. Glaðir sungu seyðamenn, halleluja
sama song vit syngja enn, halleluja.
So sum teir, á Harrans fund,
lat okkum hava miklan skund.
Halleluja, halleluja, halleluja.
5. Hjartans fegin syngi eg, halleluja
tí at Jesus elskar meg, halleluja.
Einki ilt eg óttast vil,
tí at eg hoyri honum til.
Halleluja, halleluja, halleluja.
            
            
                
                Yrkjari: Suni F. Jacobsen
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir