1. Við signing Guds tað lítla kann
at nørast, so tað røkka man;
fimm breyð og fiskar tveir var nokk
at metta stóran mannaflokk.
2. Vár Jesus fiskar tók og breyð,
vælsignaði og fólki beyð
á grasi niður seta seg;
hans signing fólkið mettaði.
3. Hann lærusveinum matin gav,
bað geva fólkinum harav;
tá røkk tað til, sum lítið var,
fimm túsund kendu mett seg har.
4. Av leivdum eftir vóru tá,
teir tægur tólv væl fyltar fá'.
O, Jesus, ger ta undurgerð,
vælsigna tú, tá lítið er.
5. Við signing Guds, ið hvussu fer,
tað er mítt álit her í verð;
um lítið ella nógv er til,
mítt álit er: Gud signa vil.
Yrkjari: Hans M. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir