Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Við Betlehem so myrk var nátt

        C
1. Við Betlehem so myrk var nátt,
                                  (Ganga runt í ring)
 G              C
myrk var nátt, myrk var nátt,

men hirðar ansa seyð sín gott,
  G       C
seyð sín gott.

2. Á himninum eitt ljós tá var,
             (Hondina á pannuina og hyggja upp móti himli)
og eingil Harrans stóð beint har.

3. Tá hirðarnar kom ótti á,
                                  (Hendurnar fyri andlit)
men eingil við teir sigur tá.

4. Tit óttist ei tí gleðiboð,
                                 (Hondina aftur fyri oyrað)
frá himlinum tey ljóða so.

5. Í Betlehem í fjósi har,
                                 (Peika langt burtur)
ein frelsari nú føddur var.

6. Tá hoyrdu teir eitt einglalið,
                            (Flyta fingrarnar upp og niður)
sum sang um heiður Guds og frið.

7. Og einglafjøldin fór á flog,
                                 (Peika móti himni)
hon hevði borið gleðiboð.

8. Og hirðar hesa somu nátt,
                                     (Smárenna)
til Betlehem sær skunda brátt.

9. Í lítið fjós teir komu inn, 
                                 (Peika á kjálkan og smíla)
Har móðir sat við bros á kinn.

10. Hon sigur komi nærri her, 
                       (Vinkar til sín og peikar móti barninum)
í krubbu barnið reivað er.

11. Og hirðar takka fyri tað,
                                 (Niður á knæ og biðja)
teir hava himnadrottin sæð.

12. Um verøld vítt vit fara so
                                 (ganga runt í ring)
at bera jólagleðiboð.

            
Yrkjari: Ókendur
Umsett: Sigrun Mikkelsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-