1. Vit koma saman um títt orð
sum børn um teirra faðirs borð
og biðja teg, vár Jesus, ver
tú sjálvur millum okkum her!
2. Vit vilja hoyra, tala tú,
og gev tað, okkum tørvar nú,
styrk vára trúgv á blóðið títt,
við anda ger hvørt hjarta nýtt!
3. Tú sinn og tonkum valda á,
so orðinum vit eru hjá,
um eygu, oyru statt tú vakt,
at hjartað rætt má verða rakt!
4. Vit biðja teg av hjartans grund:
vælsigna hesa andaktstund,
lat metta oss títt lívsins breyð,
so svinnur øll vár sorg og neyð!
Yrkjari: Lina Sandell 1861
Umsett: Johs. Andr. Næs
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir