F
1. Vinur, vælkomin ver millum ungdóm í dag,
C
tak nú systrar og brøður í hond,
F F7 Bb Bbm
vilt tú hoyra várt mál, kenna felagsins lag,
F/C C F F7
undir frelsunnar kærleikans bond!
Bb F
2. Ja, vit elska várt land og í tænastu tess
C
savna gripir og fólkið í hóp,
F F7/Eb Bb/D Bbm/Db
og vit fylkjast um merkið og finna vár sess,
F/C C F
verða vígd her við kærleikans dóp’.
3. Og vit vekja til starvs tey, ið enn dvølja á,
heft av vónbrotum – ongantíð glað,
ja, vit leita til ljósið og hjálpt verða tá
fram í sannleikans alljósa dag.
4. Vit, sum ung ganga fram móti
manndómsins høll,
gjøgnum skursl millum villandi gil,
hava álit á Gud, gera verk vári øll,
og her leggja vit megina til.
5. Seta málið vit hátt, og vit kenna os veik,
vit tá stremba so treystliga á,
tí vit trúgva, at Gud hevur gøtuna greitt,
sum ein ungur í sjónini sá.
6. Verið vælkomin øll, starv og støðu nú finn,
stríð for frælsi, for likam og sál,
her má máttur og vilji og alt setast inn,
tí at bjarga vár’ sál er várt mál!
Yrkjari: Leopold Budde
Umsett: Alfred Petersen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir