C
1. Við náði í Guds hjarta,
F G C
sum Jesus okkum vann,
C/E E7 F
tá hann leið deyðan svarta
Dm G/B C G
for syndasekan mann,
C F C
eg eina meg vil ugga.
Am A/C# Dm
Mín trúgv og alt, meg ber,
G/B C F
er fjalt í náðiskugga,
Dm7 G7 C
um Sátan vreiður er.
2. Á náði mær í hjarta
eg hvíldi drúgva stund,
í syndamyrkri svarta
eg fann ei trygga grund.
Eg trúði, tá eg kendi,
mín synd nú vunnin var;
í mótloysi eg lendi,
tá hon tó sigur bar.
3. Men í tí svára stríði
gav Gud mær greitt at sjá,
at betri grund hann legði
hjá mær at hvíla á.
Á náði í Guds hjarta,
sum Jesus okkum vann,
tá hann leið deyðan svarta
for syndasekan mann.
4. So tíðum má eg læra,
at undarligt tað er:
eg brennandi kann vera,
og so er kalt og gler.
Eitt má eg greitt mær gera:
hjá Gudi skiftir ei,
til háð og spott skal verða
mítt egna ja og nei.
5. Tann ogn, sum mín er vorðin
við Kristi dýra blóð,
í dópinum mær borin,
bert hon er føst og góð;
hon hvílir í Guds hjarta, –
og á tað gávubræv,
úr krossins myrkri svarta
Guds sonur okkum gav.
Yrkjari: Carl O. Rosenius, 1844
Umsett: Torkil Beder
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir