Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ver stilt fyri Jesusi hjartað (nr. 15)

F         Bb/F    F
Ver stilt fyri Jesusi hjartað, 
          Bb        F
hann fyri tær veit ráð,
     C       A/C#    Dm  Bb
fest eygað á hann í stríðnum, 
F            C    F
og tú skalt sigur fá!

     Bb        Bbm    F Dm
Ver kvirrur og lít á Jesus, 
G                  C  C7
hann leiðir teg á mál,
    F                 Bb Gm
um heimur íkring teg brúsar,
    F/C        C         F
hjá honum ver kvirr, o, sál.

2. Óróliga hjarta, ver stilt nú,
tín ófrið Jesus veit,
og hann fyri tær vil stríða,
á hann við frímóð’ heit.

3. Ver kvirr, tá ið roynslur tú kennir,
lýdni tær læra teg,
vár Jesus var sjálvur royndur,
har lærdi hann Guds veg.

4. Ver kvirt nú, o, hjarta, og lurta
til tað, tær orðið ber.
Í stríðnum er hann tín friður
og altíð hjá tær er.

            
Yrkjari: O. Udd-Johansen
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-