Vel fyri meg tann veg, eg ganga má!
Tí vegur mín vil ei hin besti vera;
tín leið er best, og lat meg greitt tað sjá,
lat ei ónýtta sorg mítt hjarta bera
Vel fyri meg!
2. Vel fyri meg hitt kall, harí tú sært,
eg best tær tæna kann og boð títt bera,
harí eg ávøkst beri, toknist tær,
um lítil enn mín tænasta má vera
Vel fyri meg!
3. Vel fyri meg hin stað, á Gud, hará
eg standa skal, til tú meg heim vilt bera!
Lat meg tað stríð, lat meg ta hvílu fá,
sum kann meg gera til tað, eg skal vera
Vel fyri meg!
4. Vel fyri meg í tíni miskunn, Gud,
hin kross, eg bera skal til tína æru,
at teg eg eigi til mítt rós, mín lut,
og skammist ei við teg og tíni kæru
Vel fyri meg!
5. Vel fyri meg ta lukku, sum eg her
kann tola, her í hesum sorgarlandi!
Og gev mær kraft, tá oman leiðin ber,
og gev mær álit, tá er mestur vandi
Vel fyri meg!
6. Vel fyri meg ta stund, tá eg í frið
skal heim til tín úr trongd og stríði fara
tær har at lova við tilbiðilsi
í allar ævir við tí frelsta skara
Vel fyri meg!
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir