C G Am Dm C/G G
1. Var tað meg tú meinti, Harri, tá tú setti tína kirkju
C B Em C Am B E
út um lond at gera verkið, boða orð títt og tín dóp?
E7 A Dm G7 C
Var tað meg tú meinti, Harri, tá tú beyð: Far út í heimin?
G7/D C/E C F G G/F C/E G7 C
Var tað eg, sum skuldi boða vón og lív í heimin út?
2. Var tað eg, sum skuldi boyggja knø í tøkk við altarborðið,
tí tú fyri okkum stríddi og at enda sigur vann?
Var tað mær, tú vildi geva gávuna at boða orðið?
Øllum frelsu tína bera lítandi bert á tín mátt?
3. Var tað eg, sum skuldi lurta eftir granna, eftir næsta?
Var tað eg, sum skuldi leska tey við lívsins ríka fræ?
Var tað eg, sum skuldi vitna um tað størsta og tað besta?
Tú í góðsku hevði ætlað hvørjum fólki, landi við?
4. Var tað meg, tú meinti, Harri, mást tú geva trúarídni,
so at e til tann, sum bíðar, beri tíni sælu orð.
Lær tú meg, sum havi funnð, býta út av gávum tínum
til mín næsta og øll onnur, sum nú sita svong á jørð.
Yrkjari: Rolf Tofte
Umsett: Heri Tróndheim
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir