1. Upp, gleðist allir, gleðist nú,
og lat við fagnaði og trú
í Gudi okkum gleðast.
Tí Jesus, hann er nú so nær
og vil, tí øll hann hevur kær,
í mannahold várt klæðast.
2. Burt sút úr øllum hjørtum nú!
Kom heilag gleði, so í trú
vit Jesus kunnu fagna
við bøn og tøkk av hjartans grund,
tá trygd skal eiga lív og lund
og lov, sum ei skal tagna.
3. Gud, lat tín frið, sum hægri er,
enn mannavit kann fata her,
várt hjarta so væl varða
í Jesusi, at okkum hjá
tann jólagleði finnast má,
sum aldri burt skal fara!
Yrkjari: Thomas Kingo 1689
Umsett: Jacob Dahl
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir