Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Um eg átti alt, men ikki Jesus (Nýggja lag)

A          C#m           D  A
Um eg átti alt, men ikki Jesus,
G              Bm           A
var tað so nóg nógv at líta á?
A            C#m         D    A
Kundi hjartalongsulin tá stillast
G                Bm              A
við teim lutum, sum skjótt enda fá?
E          F#m           D  A
Um eg átti alt, men ikki Jesus,
E              F#m           D E
tá var deyðin lívsins síðsta mál!
A                C#m          D  A
Hvat er heimsins gleði mót at eiga
G               Bm           A
frið við Gud og frið í síni sál?

        2. Um eg átti ognir, makt og æru,
millum menniskju eitt heiðursnavn,
men ei nakra vón um ævinleikan,
fyri míni sál ei hvíldarhavn.
Um eg átti alt, men ikki Jesus
og hans kærleik inntil krossins deyð,
o, hvar skuldi eg í hesum heimi
funnið skjól í míni sálarneyð?
	3. O, so tómt er alt í hesum heimi,
uttan Jesus bara synd og neyð!
Uttan Jesus verður ævinleikin
bølamyrkur, grátur, sálardeyð’.
Um eg kundi liva uttan Jesus,
hvussu skuldi eg tá doyð ein dag?
Uttan Jesus gjøgnum skuggadalin,
ei við honum heim í lívsins stað!
	4. Men nú eigi eg jú alt í Jesus’:
lekidóm, hvørt hjartasár, ið brann,
eingin synd, sum hann ei fyrigevur,
eingin neyð, sum hann ei fata kann.
Um eg eigi Jesus, ja, bert Jesus,
og ei nakað meir á foldum her,
o, so eigi eg tó alt í honum,
hann mítt lív og øll mín gleði er!

            
Yrkjari: Anna Ölander
Umsett: Edm. í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-