G               D
1. Túsund stjørnur glampa.
G                D
Gud veit navn og tal.
C              Am
Øllum heimsins stjørnum
       D       G
stýrir hann so væl
2. Túsund grasstrá alda,
lotið blídligt fer.
Gud gav teimum lívið
eins og øllum her.
3. Túsund fuglar syngja
lov um fagran dag.
Gud teir allar hoyrir,
kennir teirra lag.
4. Áðrenn fødd vit vóru,
visti hann hvørt navn.
Og í dópinum hann
okkum tók í favn.
5. Takk, Gud faðir, fyri
allan kærleikan,
at tú altíð trúgvur
til oss líta man.
            
            
                
                Yrkjari: Ókendur
                                Umsett: Heri Tróndheim
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir