Navn | Tekstur / Akkordir |
Navn | Tekstur / Akkordir |
1.Tú fylgi lítla, ber ongan ótta, tín faðir veit, hvat tær tørvar her; um fíggindar móti tær enn hótta, :,: ber ongan ótta, hann við tær er. :,: 2. Tú fylgi lítla, gev hesum gætur: Gud føðir himmalsins fuglamongd, 1) og situr eina tú her og grætur, :,: hann hjálpa vil tær í neyð og trongd. :,: 3. Tú fylgi lítla, ver uttan iva, tá einki sjálvur tú gera kann; men far til Jesus og lív títt liva :,: við kraft frá honum, sum sigur vann. :,:
Nýggjastu sangir