C G/D D7 G
Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá,
C G G7 C
og so tá eg stetlaði gólvinum á,
G/B C G7/D G C
og síðan tá omma meg tók á sítt knæ
C7 F C C/E G G7 C
og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað.
2. Tú fylgdi mær við tíni verjandi hond,
tá smápiltar leiktu um hamrar og strond,
tá lívið var burtur, um fótur vár gleið,
tú studdi oss væl, so vit snávaðu ei.
3. Tú fylgdi mær gjøgnum mítt lívsfríska vár,
við frøi og strev fóru unglinga ár,
tín andi, tín kærleiki vardi so meg,
at aldri eg viltist av frelsunnar veg.
4. Tú fylgdi mær væl mína reystastu tíð,
um lagnan var hørð, ella leiðin var blíð,
um neyð ella sorg inn at hjarta mær gekk,
tá linna og troyst altíð frá tær eg fekk.
5. Tú fylgir mær fullvæl í ellini nú
og byggir frá jørð móti himli mær brú,
um liðir og limir mær vikna hvønn dag,
eg nærkist tær, Gud mín, og sálin gerst glað.
6. Tú fylgja mær vilt, tá ið sløkna eg skal,
tú gavst mær títt lyfti, tað styrkir meg væl,
ja, áðrenn eg spurdi, tú gavst hetta svar:
»Ver tryggur, eg vera skal verja hjá tær!«
7. »Í lívinum helt tú teg trúfast til mín,
í deyðanum verði eg bjarganin tín!«
So troystarrík náði tín góð til mín røkk!
O, faðir, tær veri lov, prís og øll tøkk!
Yrkjari: Mikkjal D. á Ryggi.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir