Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú elskar meg - eg veit tað væl (nr 83)

1. Tú elskar meg - eg veit tað væl,
tí fórt tú heiman himlasal'
til hesar jarðardalir
við blóðinum um alla tíð
at loysa bond, teir stundu í,
teir syndabundnu trælir.
  
2. Tú elskar meg – eg veit tað væl,
eg kenni: uttan mál og tal
eg gávur tínar fái.
Sum himnarúmdin ljós og blá
hon fylgir mær, hvar leiðin lá,
tín undurfulla náði.
  
3. Tú elskar meg – eg veit tað væl –
men tíðum tað mær sigast skal,
tí tornæmt er mítt hjarta.
Sí, eg meg leggi til tín kinn,
o, lýð mær so í oyrað inn
títt kærleiksundur bjarta.
  
4. Tú elskar meg – halleluja –
tað ljómar sum eitt effata 
frá tíni rødd, tí kæru,
tú elskar meg til deyðans stund –
og vekir meg til lívsins fund
at prísa tíni æru.

            
Yrkjari: Niels P. Madsen
Umsett: Edm. í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-