Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú alfagra land mítt (nr 858)

        C                    G        C
1. Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn,
   G                    F         G
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
                         C         F
tú tekur meg at tær, so tætt í tín favn!
     G         C          F         G
Tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn,
                C        F            C
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
    F          G             C
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!

2. Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál, og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál: Alt streingir, 
ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land!

3. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd,
so torir hon vága, – av Gudi væl skírd –
at bera tað merki, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!

            
Yrkjari: Símun av Skarði




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-