Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tíðirnar skifta

Intro: (2x)
C/D G/D 
C/D G/D D

       D 		 G 		E/G# 	    A
Vit ynsktu alt var, sum tað plagdi at verða
        D 		 G 	       E/G# 	A
Og tryggleika funnu, har leiðin fyrr lá
          F/Bb 	Hm 	      A/C# 	  D
Men tíðirnar versna, vit svárt lívið kenna
    G        D/F#           A 	      C/D G/D D
Av sonnum nú sæst hvat vit byggja tað á.

Vit ynskja og vóna at skjótt fer at venda
Men Guð sigur okkum: “Eg eri enn her.”
Tryggleiki finst, tá vit tøkk kunnu senda
Til hann fyri alt, sama hvønn veg tað ber

  G        D          A           D
Tíðirnar skifta, men hann er hin sami
  G 	   D 	        E/G#          A
Umstøður broytast, men hann broytist ei
          F/Bb 	Hm 	      A/C# 	  D
Um tilveran myrknar, títt lív missir dæmi
        G 		 D/F# 	    A 	       
So tørvar tær ganga á hansara leið.

(intro sum millumspæl)

Kann vera tú kennir tín grundvøll at ridla
Men Jesus vil vísa hvat er tær til frið
Tí hann kemur aftur og stormin kann stilla
Hann ger teg til reiðar, so tú sleppur við

Tíðirnar skifta, men hann er hin sami
Umstøður broytast, men hann broytist ei
Um tilveran myrknar, títt lív missir dæmi
So tørvar tær ganga á hansara leið.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-