Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tíni lyfti mong eru

           F        B/F           F     
1. Tíni lyfti mong eru, stórt trúfesti títt,
Dm        Gm            C7         F
vit tær takka, og vit lovprísa tær!
           F       B/F        F     
Gud vár Skapari, okkum tú elskar so blítt,
Dm       Gm            C7         F
fylgir okkum, havr enn leið okkar'

F        Am         Dm
Harri, leið okkum fram,
          Gm           C7
so vit veita hjálp til tann,
       Dm        G7            C  C7
sum tú sær, tørvar hjálpandi hond.
             F  A7
Tú til bøn vek vár hug,
Dm7          Gm           C
til títt verk gev okkum dug.
        Dm7          Gm7 F/C C7    F
Harri, fyll tú várt lív við Guds Ond!

2. Sannleiks Andi vís greitt tað, 
ið forðar títt verk,
okkum varig ger við synd, sum er vár.
Fyrigev okkum Gud, náði tín ger oss sterk
í tí rættvísi, vit fáa frá tær.

3. Haldi Andi vís Jesus, hans góðsku og makt,
at hann livir, og hann er her í dag.
at hans deyði og uppreisn, tað hevur hann sagt,
gevur veikum kraft og frímóðigt lag.

4. Mangar gávur tú gevur, tín náði er rík,
Harri, vel til okkum tær, ið tú vilt,
tær at umsita væl, so vit kennast sum slík,
har tú tendrað hevur himmalskan il.

5. Bróðurkærleikan vek, lat oss kunnleika fá,
um hvat tú vilt við, at vit eru her,
eftir boðum frá Jesusi lat okkum gá.
Bera vitnisburð í orðum og gerð.

            
Yrkjari: Sigurd Lunde
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-