Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tín miskunn, o, Guð, er sum himinin há (Nr. 52)

C              G/B  Em     F  Dm   C
1. Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há,
C/E  G/B  C/E   Dm C/E     F6  D/F# G
tín  trú--festi røkkur til skýg-----gja,
    Am6  D7/C  G/B  Em    Am/C  Bm/D   G 
tín dýrd er    um   allan hei---min at sjá,
    C   C/E     F  A7/E   Dm/F  C/G G C
tín kærleikssól lýsir     til   bíggja.
 
2. Sum fastbygda fjallið er rættvísi tín,
sum havdýpið ráð títt og dómar,
tú bønirnar hoyrir, ið leita til tín,
tín hátign og dýrd um oss ljómar.
 
3. So víða sum menniskjan byggir sær ból,
tín náði og miskunn man vaka,
tín vernd er trygg eins og veingjanna skjól,
hjá tær okkum einki kann saka.
 
4. Tú sálirnar frelsir, tú fagnar hvørt kind,
hvørt kykt, her á fold dregur anda;
hjá tær er lívsins hin æviga lind,
sum ljósborgir glitrandi randa.

            
Yrkjari: Bernhard S. Ingemann
Umsett: Jacob Dahl



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-