C G
1. Tyngist tú av byrðum og ei hjálp kann sjá,
Dm G Dm G C
møðist tú av vegnum, sum tú steig inn á;
C7 F
Harri fylgist við tær, ei tú óttast skalt,
Dm C G7 C
hann er tann, ið styrkir, Jesus fatar alt.
F C
Ja, hann fatar alt, hann vil leiða teg.
G7 Dm G7 C
Hoyr, hann kallar teg: Hvíl teg her hjá mær!
C7 F
Alla tína framtíð trygt tú leggja skalt
Dm C G7 C
í hans faðirhendur Jesus fatar alt!
2. Hvørja byrðu, sum tú bert, hann taka vil,
hann tann besti vinur er at fara til;
sært tú ongan útveg, er alt myrkt og kalt,
miss ei móti, vinur - Jesus fatar alt!
3. Tá tær freisting møtir, Jesus hjálpa kann,
lívsins mongu gátur loysir eina hann;
hvat, ið enn kann bresta, til hans orð teg halt,
aldri mást tú ivast - Jesus fatar alt!
4. Troytta sál, hann kallar: Kom og hvíl teg her!
Tykist stundum tungført - best hans leið tó er;
legg tú tína framtíð - sáligt er tá valt
- í hans særdu hendur - Jesus fatar alt!
Yrkjari: Birdie Bell
Umsett: P.W. Háberg
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir