1. Tykist tað í neyð og pínu,
Sum Gud stundum gloumdi síni,
Mær er tó full vissa á
Hjálp í rætta tíð at fá.
2. Sum ein faðir straks ei gevur
Altíð tað, ið barnið krevur,
So man stund Gud hava til,
Tá hann sínum hjálpa vil.
3. Gud kann allar trongir enda,
Og hann ilt til gott kann venda,
Sýnir mær hvønn lívsins dag
Meir enn faðirs hjartalag.
4. Um meg Helviti vil ræða,
Verøld valda skomm og skaða,
Óttaleys er tó mín sál;
Gud er alt mítt mið og mál.
5. Um á fold eg alt má lissa,
Himin eg tó ei skal missa;
Ognast ikki mær eitt strá,
Himin er mær víst at fá.
6. Vilt tú, Gud, bert hjá mær vera,
Einki kann mær nakað gera;
Skal so grøvin fjala meg,
Gjarna, bert eg havi teg!
Yrkjari: Christopher Tietze 1664, Brorson 1734
Umsett: J. Dahl
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir