Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Trúgvin ber (We believe)

Tempo: 128 bpm

Inngangur: (x2(
F Bb F Bb

F                           Bb/F
1. Í hesi tíð, hvar vónin svinnur,
F                   Bb/F
ivi, ræðsla tyngja sinn,
Dm7                   Bb
er ein grundvøllur tó stinnur
         F            Bb
trúgvin ber, trúgvin ber

2. Mannaættin særd og brotin
Í myrkrinum ver tú várt ljós
Ein er frelsan til os sprotin
trúgvin ber, trúgvin ber

       F                        Csus
Trúgva eina á Guð faðir, trúgva á Guðs einkason
       Dm7                     Bb             C
Trúgva á Heilagan anda, sum av nýggjum gevur lív
       F                             Csus
Trúgva á krossfesting, deyða, trúgva deyðans vald Hann sló
       Dm7                           Bb              C
Trúgva Hann úr grøv varð reistur, at Hann aftur koma skal
        F
Trúgvin ber

3. Meira enn bert orð vit syngja
Altíð trúgv vár vera má,
Um so roynd og freisting tyngja.
trúgvin ber, trúgvin ber

       Bb              C                   Dm7                  F/A
Tey fortaptu finn, tey deyðu vek, kærleiks streymar send í hesi tíð
        Bb              C                  Dm7          C/E
Lat frá kirkjum berðast frelsuboð, trúgvin ber, trúgvin ber
       Bb             C                  Dm7              F/A
Lat ei helheimsportur sigur fá, Nei Guðs kraft kann ríva slørið frá
       Bb          C                     Dm7          C/E
At tín kærleiki ei sigrast kann, trúgvin ber, trúgvin ber

            
Yrkjari: Matt Hooper
Umsett: Terje B. Vestergaard



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-